Góði Villiam
Takk fyri brævið.
Eg skilji væl, at tað kann níva teg, og at tú fært nervar, og at at tú ikki følir teg vera ein part av tí, sum hendir á stóra Glasi. Serliga um tú følir, at tú ikki hevur tørv á øllum tí, sum Serbreytin kann bjóða. Tað er vigtigt hjá okkum øllum, at vit hava eina kenslu av at hoyra til onkustaðni.
Hevði tað borið til hjá tær at tosa við foreldrini hjá tær ella við lestravegleiðaran á skúlanum um, hvussu tú hevur tað við at ganga á Serbreytini? Um ikki, so ert tú vælkomin at ringja á tlf. 116 111, ið er opin hvørt kvøld kl. 18-22, at taka eitt prát um hetta. Eisini ert tú vælkomin at skriva aftur.
Alt tað besta,