Góða “sera Gay genta”
Takk fyri títt bræv.
Tað kann vera ringt at vita, um onnur dáma ein – óansæð um tað er ein genta ella ein drongur. Um tað er ringt hjá tær at tosa við hana, so verður tað kanska eisini eitt sindur “awkward” at siga við hana, eg tú elskar hana. So eg haldi, at eg hevði givið tí eitt sindur av tíð, áðrenn tú sigur nakað við hana. Kanska spyrja, um tit skulu gera okkurt saman onkran dagin. So kanst tú betri finna útav, um hon eisini dámar teg.
Alt tað besta,
Annika