Eg

Spurningur: Eg dugi ikki at siga við mammu mína at eg skeri armarnir og beinini hjá mær:( eg eri steðga, men um hon finnur útav tí so veit eg ikki hvussu eg skal forklára.

Góða Genta,

Takk fyri títt bræv, og sera flott av tær at leita tær hjálp til at fáa sagt hvat tað er sum nívir teg.

Tað er eisini gott at tú vilt siga tað fyri tínum foreldrum.

Hetta kann gott kennast trupult, tí man veit ikki hvat tey fara at siga, ella hvussu ein sjálv fer at reagera tá ið man roynir at fortelja frá hvat man hevur gjørt, ella hví man hevur gjørt tað.

Eitt hugskot kann verða at tú ger tað sama sum tú longur hevur gjørt, skriva eitt bræv, og gev tað til foreldur tíni. So eru tað ikki líka nógvar kenslur, ið kunnu kennast órógvandi tá ið man fortelur tað.

Spurningurin, ið tú sendi okkum, er eitt gott boð um bræv sum tú kanst geva foreldrum tínum.

Foreldrini fara at spyrja teg hví tú hevur skorið teg. Hetta kann ofta verða sera torført at seta orð á, og tað er eisini Okey at siga tað við foreldrini, at tað er ringt at greiða frá. Tú ert hjartaliga vælkomin at ringja til okkum á 116 111. Vit svara gerandisdagar (vanligar dagar) frá kl 0900 til kokkan 1600 og so hvørt kvøld frá klokkan 20.00 til 22.00. Tað er anonymt, tað vil siga at vit síggja ikki hvør tað er sum ringir.

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin