Hey,
Takk fyri títt bræv.
Royn at hugsa soleiðis: Ein atferð (eitt nú tað at skaða seg sjálvan) er ikki nakað sum tú ert, tað er nakað sum tú gert, og tað er nakað sum tú kanst gera nakað við.
Tað er ongantíð lætt ella gott at verða einsamøll ella einsamallur um nakað, ið er torført. Tað er umráðandi at fortelja tað fyri onkrum, ið man er tryggur við. Øll sum vit kenna, ið hava verið í líknandi støðu sum tú greiður frá, eru glað fyri at hava sagt tað við onkran. Um tú fortelur, so er tað samstundis lættari hjá hinum at stuðla tær, tá ið tey vita hvussu tú veruliga hevur tað.
Royn at passa væl uppá teg.
Tú skal broyta tína atferð og gevast við nøkrum tú kanska er von/vanur við at gera. Tað kann verða trupult, men eitt týdningarmikið stig er at sova og eta sunt og gott, og eisini at røra seg. Ganga túrar ella íðka ítrótt.
Tað er oftari lættari at klára keðiligar kenslur um ein roynir at hugsavna seg um nakað heilt annað. Skriva ein lista við tingum sum tú kanst gera, ístaðin fyri at skaða teg, og leita listan fram tá ið tú hevur brúk fyri honum.
Nøkur dømi kunnu vera:
Fara í brús – hyggja eftir einum góðum filmi – ringja til ein vin.
Far ein tú út í náttúruna – Tað eru nógv sum dáma væl at ganga ein túr, og kanska lurta eftir tónleiki ímeðan.
Skriva niður tað tú hugsar og tað tú følir.
Tað man kennir óró í kroppinum, so er tað eisini eitt gott hugskot at hugsa um hvussu ein andar. Hugsa um at anda langt niður í búkin og spakuliga út aftur. Nøkur dáma væl at koyra ísakalt vatn í andlitið, síðani leggja seg í sofuna ella seingina, og liggja pinna still/ur og hugsa um at slappa av lið fyri lið í kroppinum. Fyrst um at slappa av í tærunum, síðani fótinum síðani knænum og allan vegin uppeftir.
Ikki døma teg.
Keðiligar kenslur kunnu gerast sterkari um tú hugsar tað er er skeivt. Tað er eisini ókey ikki altíð at verða ókey. Royn og lat verða við at døma teg, um tað skuldi hent at tú einaferð aftur kemur at skaða teg, hóast tú hevði avgjørt at gevast við tí. Tey eru fáa, ið megna tað fyrstu ferð.
Vit eru øll ymisk, og tað er ikki altíð tað sama sum riggar best fyri ein, eisini riggar fyri ein annan, men tað er umráðandi at man roynir. Tú hevur longu tikið eitt stórt fet á leiðini við at skriva.
Tú ert vælkomin at ringja til okkum á 116 111. Tað er anonymt. Vit svara allar gerandisdagar ímillum kl 0900 og 1600 og hvørt kvøld frá 2000 til 2200. Í einari samrøðu er lættari at koma fram til júst hvat passar tær best, og hvussu vit kunnu hjálpa tær at fáa tað betri.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin