Góða Genta,
Takk fyri títt bræv.
Tað er sera flott av tær at leita hjálp og vegleiðing til tína vinkonu.
Tá ið ein skerir seg sjálvan er tað næstan altíð eitt tekin uppá at okkurt ikki er gott, og tí velur ein at fáa pínuna burtur við at gera eina aðra pínu.
Tað er eitt sindur trupult at geva nógv góð ráð, tá ið vit vita so lítið um støðuna.
Eitt sum tú kanst gera er at greiða tínari vinkonu frá um 116 111 Tú & Eg Ráðgevingina. og kanska tosa við hana um at hon gott kann ringa 116 111 og fáa anonyma vegleiðing. Tey sum svara síggja ikki hvør tað er sum ringir.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin