Drukni av sorg

Spurningur: Sorgin er ótolandi sum at drukna í tøgn, søkka undir tungum vatni Andadráttur doyvir, vónin fjarskotin, Bíða eftir hond, sum ongantíð røkkur

Góða tú.

Takk fyri vøkru yrkingina við teimum sterku lýsingunum av hvussu tað er at vera í sorg. Yrkingin er ein rørandi mynd av tí, tú ber inni í tær. Eg hoyri, hvussu tungt tað er at vera í einum stað, har andadrátturin doyvir og vónin følist langt burtur.

At vera í sorg er tungt og kann eisini kennast einsamalt. Tín mynd við at drukna í sorg ger tað so týðiligt fyri meg hvussu sorg kann taka yvir og hvussu man kann kenna seg máttleysan. Tá tú skrivar, at tú bíðar eftir eini hond, sum ongantíð røkkur, so fái eg eina djúpa kenslu av, hvussu nógv tú leingist og saknar. Kanska eisini eftir at onkur sær teg í tíni sorg, hoyrir teg og hjálpir tær at halda teg uppi. Tað er ein heilt menniskjalig tørvur, sum tú hevur rætt til at hava.

Tað er ógvuliga ymist hvussu vit eru í sorg og hvussu vit handfara sorgina. Vit vita í dag, at sorg er ikki ein bein leið, men at vit flyta okkum inn og út úr henni í tráð við tíð og hvat annað endir í okkara lívið. Ein góður og meiningsfullur máti hjá fleiri at skriva um sorgina. Seta orð á kenslur og tankar. Tann kann eisini hjálpa okkum at fyrihalda okkum til alt tað sum hendir innaní okkum og kanska eisini hjálpa okkum at skilja okkum sjálvi. So halt endiliga fram við tí um tað kennist rætt fyri teg.

Tá vit eru í sorg, kann tað eisini vera hjálpsamt at tosa við onkran um tað. Kanska tú hevur onkran í tínum lívi, sum tú hevur gott álit á og sum tú hevur hug at deila okkurt av tí tú hugsar og følir. Tað kundi verið okkurt vinfólk, ella ein vaksin, kanska í familjuni ella í skúlanum. Tað eru fólk sum fegin vilja vera har fyri teg og lurta, tá sorgin gert ov tung at bera sjálv. Og við hesum brævinum, hevur tú longu tikið eitt stig á leiðini.

Tú ert altíð vælkomin at ringja ella skriva aftur til Tú og Eg Ráðgevingina hjá Barnabata á 116 111.