Góða genta
Takk fyri brævið.
Tú skrivar, at tú hevur gjørt sh, og eg havi valt at ganga út frá, at sh í hesum førum merkir self-harm ella sjálvskaða á føroyskum. Um eg skilji hetta skeivt, so ert tú vælkomin at venda tær aftur til okkara.
Fyrst og fremst haldi eg, at tað er ordiliga flott klárað, at tú ikki hevur gjørt sjálvskaða alt árið, tí tað kann vera nokkso ringt at lata vera við. Tað er eisini nokkso vanligt at fáa sokallað “afturfall”, tá hugurin at gera sjálvskaða kemur aftur. Tá er sum oftast okkurt, sum forstýrar onkustaðni í lívinum. Eitt ráð kundi tí verið, at tú hugsar um, um tað er okkurt beint nú, sum stressar teg ella upp á aðrar mátar forstýrar teg ella ávirkar teg. Eitt annað ráð er at leggja eina ætlan fyri, hvussu tú letur vera við at gera sjálvskaða, um trongdin blívur ov stór. Tann ætlanin kann innibera, at tú avleiðir teg sjálva við at tendar tónleik, hyggja eftir onkrari seriu, fert ein gongutúr, ringir til onkran, sum avleiðir tínar tankar um sjálvskaða – ella at tú brúkar okkurt av tí, sum hjálpti tær, síðstu ferð tú helt uppat við at sjálvskaða.
Tú ert sjálvandi altíð vælkomin at skriva aftur til okkara, um tú hevur brúk fyri fleiri ráðum.
Alt tað besta,
Annika