Góði tú.
Takk fyri brævið. Tað kann ikki stuttligt at finna útav av beiggin hjá einum er saman við tí gentuni, sum man sjálvur dámar. Tað kann gera, at man verður óður og keddur, soleiðis sum tað ljóðar, at tú hevur upplivað tað. Tá man verður óður, kann tað eisini gera, at man kemur at gera ymist man ikki burdi td. at sláa. Eg haldi, at at tú burdi tosa við mammu tína og greitt henni frá støðuni og hví tú bleivst so óður og samstundis eisini fortalt henni um videoina við beiggja tínum og gentuni. Mamma tín er ivaleyst blivin kløkk av, at beiggi tín hevur fingið blátt eyga.
Um tað ikki er lætt at tosa við mammu ella pápa tín, so kanska er onkur annar vaksin, sum tú hevur eitt gott samband við í tínari familju ella kanska ein heilsusystir í skúlanum. Eg haldi, at eitt barn í tínum aldri ikki skal standa einsamallur í slíkum støðum og við slíkum upplivingum.
Alt tað besta.
Heilsan Svanna