Hey tú sum kallar teg ”beiggi ella ikki”
Takk fyri brævið frá tær. Eg skilji væl, at tú kennir teg særdan, um tú følir at beiggi tín er líkaglaður við teg. Og eg skilji eisini, at tú heldur at tað er for nógv, at daman hjá honum ikki heldur teg duga ymiskt.
Tað besta ráðið eg kann geva tær er, at tú tosar við beiggja tín og gentuna hjá honum, um hvussu tú følir teg, tá tú ert saman við teimum. Tú kanst fortelja teimum, um teir tankarnar tú hevur havt og tað tú ert í iva um – og møguliga fara tey at svara tær. So hevur tú møguleika at finna út av, til dømis um tey eisini halda at tit troðka tykkum inn á tey, ella um tað bert er nakað tú følir. Og um tað nú er so, at tey gjarna vilja vera nógv fyri seg sjálvan, og ikki altíð eru áhugaði í vitjan, so kanska tit kundu avtalað, nær tað liggur best fyri. Tað at tey ikki altíð eru áhugaði í vitjan, merkir heldur ikki at tey als ikki eru áhugaði í at síggja teg!
Tað kann kennast eitt sindur torført ella ræðandi hjá tær at taka stig til eitt prát, men kanska tú fært systir tína at hjálpa tær. Tú kanst eisini vísa beiggja tínum hetta brævið – eg veit at onnur ung í líknandi støðu hava gjørt tað, og hava følt tað sum eina hjálp. Um tú ikki verður illur og ákærandi, men sakliga fortelur beiggja tínum hvussu tú upplivir tað, so verður hann nokk heldur ikki illur.
Annars er tað ikki heilt óvanligt, at systkin føla at tey vaksa eitt sindur frá hvørjum øðrum í summum tíðarskeiðum. Men eg kann troysta teg við at tá tú verður eitt sindur eldri, fer aldursmunurin hjá tykkum at kennast minni, og hetta kann eisini hava við sær, at tit aftur verða tættari knýttir at hvørjum øðrum.
Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin