Beiggi mín

Spurningur: Hey hey brævkassin. Eg havi ein beiggja, sum er ordiliga feitur hann etur altíð so nógvan mat, slikk, men hann gongur hvønn dag og so sigur hann at hann klænkar ikki og hann vil verða klænur. Men kanska etur hann ikki so nógv slikk, eg haldi tað vera sind í honum. Hann er bara 25 ára gamal og tá eg royni at hjálpa honum, so lurtar hann ikki eftir mær, so hvat skal eg gera?

Takk fyri brævið. Tað er gott hjá beiggja tínum at hava eitt so umhugsið systkin! Tú vilt fegin hjálpa honum, og hevur eisini roynt tað tú kanst.Tað er tó ikki so lætt at hjálpa í einum tílíkum føri, tí viljin til at klænka, ella at gera nakað við trupulleikan, má fyrst og fremst koma frá beiggja tínum. Tað er tó sjálvandi gott hjá beiggja tínum, at fáa stuðul frá sínum nærmastu, til dømis tær. Tað er eisini gott at hugsa um hvussu man stuðlar í tílíkum føri, eitt nú hvussu tú sigur hesi tingini við hann. Tí tað kann vera  ringt hjá beiggja tínum at hoyra tað sum tú ella onnur hugsa, tá ið hann gjarna vil klænka og tað alíkavæl ikki riggar. Ein annar máti at stuðla honum uppá, er ikki at eta ymiskt lekkurt ella ósunt frammanfyri honum. Tað kann jú freista hann. So um tit sum familja eta sunnan mat, so er tað eisini lættari hjá honum at eta sunt.

Men, tú mást ikki taka tær ábyrgdina av hesum. Tá ið tú roynir, at hjálpa beiggja tínum og tað ikki riggar, so er tað ikki tín skyld. Tað er, sum eg havi sagt, fyrst og fremst trupulleikin hjá beiggja tínum.

Tú vilt tó fegin hjálpa….. kundi tú tosað við foreldrini hjá tær um hetta? Tú kundi til dømis fortalt teimum hvat tú gongur og hugsar um, og so kundu tey tosa við beiggjan um hvussu tit best kunnu hjálpa honum.  Tað kann til dømis vera ein stór hjálp, um øll familjan etur sunt. Tað er eisini møguligt, at beiggi tín skal hava vegleiðing, frá t.d. einum kostráðgeva, fyri at koma ígongd við at klænka seg. Hetta kann hann fáa gjørt, við at fara til kommunulæknan og siga hvat trupulleikin er, og so fær hann leiðbeining og ávísingar frá læknanum ið honum tørvar.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin