Barnsliga…

Spurningur: Øll halda eg eri so barnslig, tí at eg spæli við dukkur, og eg hyggi eftir barnaløtuni, og dámi teknifilmar. Hvat skal eg gera..?

Góða “Barnsliga”
Takk fyri brævið. Tú sigur at hini halda tíni áhugamál vera barnslig.
Nú ert tú 12 ára gomul og nærkast pubertetinum. Tað er eitt sindur ymiskt nær børn koma í pubertetin, summi eru 11 ára gomul og onnur 15. Tá børn koma í pubertetin, fara tey at fáa onnur áhugamál og tá fara tey ofta at halda tað, sum fyrr var stuttligt, vera barnsligt.
Øll kunnu ikki hava somu áhugamál. Um tú hevur hug at spæla við dukkur og hyggja at teknifilmum, so er tað púrasta ok. Kanska tú kanst royna at finna onkran at spæla við, sum tímir tað sama sum tú?

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin