kann mann fara til sálarfrøðing?

Spurningur: eg havi havt lítlan hug at vera til nokkso leingi nú og hugsi tí um at fara til sálarfrøðing. trupulleikin er at mínu foreldur seta spurning við alt eg geri, og eg vil ikki hava at tey vita at eg havi sovorðnir tankar. kann mann fara til sálarfrøðing uttan foreldur tá mann er undir 18? um ikki, hvat kann mann so gera? og at tosa við tey er slett ikki ein møðuleiki, tey duga ikki at vera foreldur.

Góða genta

Takk fyri brævið.

Tað fyrsta er at siga frá, sum tú ger við at skriva til okkum. Tað er sera flott at tú er komin hartil at tú vil biða um hjálp. Nú er spurningurin so hvussu vit kunnu hjálpa tær víðari.

Tú skrivar at foreldur tíni ikki duga at vera foreldur, og tað als ikki er ein møguleiki at tosa við tey. Fyri at kunnu ráðgeva tær víðari hava vit nakrar spurningar. Sum til dømis: “Hvat er tað sum ger at foreldur tíni ikki duga at vera foreldur?” “Hví sigur tú at tú als ikki kann tosa við tey?”

Sum útgangsstøði stendur í lógini at forledramynduleikin skal fráboðast, tá man er undir 18 ár. MEN, tað eru ymsar vegleiðingar til hasa lóggávuna, sum eisini eru galdandi í Føroyum. Sambært landslæknanum kunnu tað vera støður, har ein undir 18 ár kann missa møguleikan at sleppa til lækna, um foreldrini skulu vera við. Í stuttum merkir hetta at tín kommunulækni kann meta um tína persónligu støðu, og síðan hevur læknin heimild til at avgera um tú kann fara til lækna, uttan at foreldrini fáa tað at vita.

So tað stutta svari til tín spurning er: tú kanst ringja til tín kommunulækna fyri at kanna, um tú kanst fáa hjálp frá sálarfrøðingi uttan at tíni foreldur fáa fráboðan um tað.

Tú skrivar at tú er 15 ár, gongur tú í skúla? Kanska hevur tú atgongd til eina heilsusjúkrasystir ella lestrarvegleiðara umvegis skúlan, sum tú eisini kundi roynt at tosa við?

Men sum sagt, so vilja vit fegin hoyra meira frá tær. Tú er vælkomin at skriva eitt nýtt bræv til okkum, har tú greiðir eitt sindur nærri frá, um tína støðu. Tú er eisini vælkomin til at ringja til okkum á 116 111, vit síggja ikki hvør tú er og alt sum vit tosa um er loyniligt. Tú kanst ringja mánadag til fríggjadag kl 09-15 ella hvørt kvøld (eisini í vikuskiftinum) frá kl 20-22

Vinarliga,

Tú & Eg Ráðgevingin