Føli meg tóma innan

Góða genta, Sum eg dugi at lesa, so hevur tú ikki havt tað so gott í eina tíð og hevur tí leita til dreingir, sum tú í dag hevur tað ringt við. Tú skrivar, at tú hevur verið fanga í einum etingarólagi fyri at sleppa av við tína pínu. Hetta er tíanverri nakað, sum rakar […]

Tað følist sum at øll hata meg

Góði tú, Eg eri sera kedd av at hoyra, at tú hevur verið úti fyri so nógvum keðiligum, og at tú ert kallaður so nógv ljótt. Tú skrivar, at tú ikki skilur hví hetta hendi – tað gera vit heldur ikki. Tú lýsir alt, sum er fari fram, sum happing. Tað hevur tú rætt í! […]

?

Góða Genta Takk fyri at tú sendi okkum eitt bræv. Sambært brævið tínum eru ting sum benda á, at tú ikki hevur tað gott, og hetta mugu vit bøta um. Tó so mugu vit viðganga, at um vit skulu fáa sum best burturúr, ynskja vit at tú ringir til okkara á 116 111. Hetta er […]

Alt er so vónleyst

Góða tú. Takk fyri brævið. Vit vilja fyrst siga við teg, at tú hevur rætt til tínar egnu meiningar, um hvussu tú vilt liva títt lív. Tínir tankar og kenslur eru tínar egnu, og tað kann eingin annar ráða yvir. Tað eru tíanverri fleiri í Føroyum, sum hava tað líka sum tú. Vit vilja fegin […]

Aleinaður og gloymdur

Góði tú Takk fyri brævið. Tað virkar sum tú skilur hvat tað er at vera smæðin og introvertur. Tað er tað einki gali við, vit eru bara øll ymisk 🙂 Tað sum vit hugsa tá vit lesa brævið hjá tær er at tú sigur at tú ikki tímur at gera tað sama sum tíni vinfólk, […]

Aleinaður

Góði tú Túsund takk fyri títt bræv, Tað er so gott at tú skrivar til okkum. Eg vil fyrst siga við teg at tú hevur rætt til tínar egnu meiningar, um hvussu tú ynskir títt lív skal vera. Tínir tankar og kenslur eru tínar egnu, og tað kann eingin annar ráða yvir. Eg eri sera […]

Einsemi í skúlanum

Hey Takk fyri brævið. Tað er gott at tú skrivar inn til okkum og fær sett orð á hvat tú stríðist við. Vit skilja væl at tú blívur troytt. Vit hava øll, óansæð aldur, tørv á stuðli frá hvørjum øðrum. Einsemi og kenslan av at vera uttanfyri felagsskapin er avgjørt nakað vit skulu hava hjálp […]

kann mann fara til sálarfrøðing?

Góða genta Takk fyri brævið. Tað fyrsta er at siga frá, sum tú ger við at skriva til okkum. Tað er sera flott at tú er komin hartil at tú vil biða um hjálp. Nú er spurningurin so hvussu vit kunnu hjálpa tær víðari. Tú skrivar at foreldur tíni ikki duga at vera foreldur, og […]

góð ráð?

Hey Takk fyri brævið 🙂 Eg lesi meg fram til at tú ger tað rætta, men tú verður ikki møtt á ein jaligan hátt. Tú hjálpir tínum flokksfeløgum. Sjálvt um, tey ikki bjóða tær við og ikki behandla teg ordiligt. Tað er stórt, at tú er so fitt og skilagóð! Forrestin, so er tað einki […]

Sosial angist

Hey góða genta  Takk fyri at tú skrivar inn til okkum. Eg skilji at tú hevur ringt við at fella til í sosialum samanhangum og finna róð tá tú ert ímillum fólk. Hetta ljóðar strævið og eg giti eisini eitt sindur einsligt.   Tú ljóðar til at vera ein genta sum hugsar nógv, kanska ov nógv […]