Onkran at tosa við
Hey góða Onkur hevur onkran sum tey kunnu tosa um alt við, men eg vænti at tað er heldur sjálvsamt, og tað eru nógv sum ikki hava tað. Hóast tú ikki hevr eina vinkonu um tú kanst fortelja alt, so skalt tú ikki bera uppá nakað sum tyngir teg so, so tað er sera umráðandi […]
dugi ikki at forklara.
Góða Genta Stóra tøkk fyri títt bræv. Tá ein er ungur eru tað nógvar kenslur sum birtast í kroppinum, og vit leita runt og royna at finna fram til hvat okkum dámar best. Sum vit skilja teg, so heldur tú tær aftur, tíð at tú metir at tú missir tín dreingja-vinmann, sum eisini er forelskaður […]
Aldur
Góða tú Allir tankar eru vælkomnir her, so tú nýtist ikki at orsaka. Tað ljóðar sum tú hevur tað strævið við at verða júst har tú ert beint nú. Tú ert nokk búgvin til tín aldur, og tað ert tú ikki sjálv um. Vónandi kanst tú tosa við beiggja tín um tínar hugsanir, so kanska […]
:():():():()
Góða Genta Takk fyri títt bræv. Nú skrivar tú, at tú hevur verið saman við somu gentu tvær ferðir. Vit vita ikki heilt hvat tú meinar við hesum, tí vilja vit líka minna á, at ein skal verða 15 ár, fyri at hava loyvið at verða kynsliga saman við einum øðrum, og at hetta samstundis […]
AAAAAHHHHHHHHHH
Góða AAHHHH Takk fyri brævið. Fyrst vil eg svara uppá tá tú biður okkum vinarliga taka telefonina týsdag. Tað ber tíverri ikki til, tí vit hava ikki opið týsdag. Vit hava opið mánadag og hósdag frá kl. 14-22. Men hendan ráðgevingin er so nýggj, kanska fara vit onkuntíð seinni at hava oftari opið. Tú fortelur […]
Øvundsjúka
Góða Øvundsjúka Eg rokni við at fleiri ungar gentur og sikkurt eisini dreingir kunnu skriva undir uppá, at tey hava tað á samað hátt, sum tú her greiður frá. Eg veit ikki ordiliga hvat ið eg skal ráða tær til. Uppá tað einu síðuna, so er hettar heilt normalt at hava tað so inn ímillum, […]
“Hví stólar tú ikki uppá meg?” :´( *KEDD*
Hey kedda genta. Tað ljóðar á tínum brævi, sum báðar tínar vinkonur fegnar vilja vera vinkonur tínar framvegis. Tað haldi eg fyri tað fyrsta tú skalt vera glað fyri :o) tí tað er gott at eiga vinir. Tann gamla vinkonan kennir seg kanska eitt sindur svikna av tær, tá tú nú hevur fingið eina nýggja […]
Veit ikki hvat eg kann kallað hettar.
Góða genta Túsund takk fyri brævið, skilagott av tær at skriva til okkum, og vónandi kunnu vit geva tær nøkur góð ráð. Allarfyrst vil eg siga, at vit gera øll feilir. Tú ert í hvussu er so mikið at tær komin, at tú viðgongur, at tú hevur gjørt onkran feil. Tað eru verri enn so […]
DiddaN
Góða DiddaN Eg skilji, at tú ert eitt sindur kedd og kanska eisini ósikkur uppá tykkara vinarlag. Tit eru í einum aldri har nógv ting henda sum tit ikki hava roynt fyrr, og nógv ting broytast. Tað kann skapa ótryggleika, men kann eisini vera spennandi. Knappliga eru dreingir áhugaverdir, og teir fáa eisini áhuga á […]
Býtta vinkona
Hey! Vit her í ráðgevingini eru sera glað um, at tú heldur at brævkassin er super. Tú ert hørm um, at ein vinkona spottar onkra aðra vinkonu og tað roynir tú at fyribyrgja, við at siga tað við vinkonuna sum spottar, og tað er gott. Vinkonan sum spottar tekur tað nær og tað er heilt […]