AAAAAHHHHHHHHHH

Spurningur: Hey, eg og mín pápi smurdu vindeygað, so knappliga datt vindeygað út av lið, so mátti eg og pappa standa og halda tí, og vit kundu ikki sleppa so datt tað niður í túnið, og vit fingu ikki fatur í telefonini, so vit máttu bíða til mamma kom. MEN so knappiliga komu allir mínir klassavinir forbí og teir vóru nestan deyður av látri, og tey happa meg við tí, tá ið eg komi so spela tey meg:'( 
Tað er so keðiligt og tá plagdu teir altíð at mussa allar genturnar, men nú mussa teir bara hinar uttan meg D’:<33
OG TÁ VIT spæla s,p,ella,k so velja teir altí prosent og vissu teir skulu geva mer prosent so geva teir mer altíð 4 og allar hinar 55 ella 50…
Vinarliga tak telefonina týsdag<33

Góða AAHHHH
Takk fyri brævið. Fyrst vil eg svara uppá tá tú biður okkum vinarliga taka telefonina týsdag. Tað ber tíverri ikki til, tí vit hava ikki opið týsdag. Vit hava opið mánadag og hósdag frá kl. 14-22. Men hendan ráðgevingin er so nýggj, kanska fara vit onkuntíð seinni at hava oftari opið.

Tú fortelur um eina hending sum tú verður happað av, av tínum floksfeløgum. Tað ljóðar sum tú ert kedd av, at verða argað, og at ikki verða viðfarin líka sum hinar genturnar. Tað skilji eg væl at tú ert kedd av, tí  tað er ikki ein góð kensla, at vera hildin uttanfyri, ella ikki at vera sum hini.
Happing er ein álvarsligur trupulleiki, sum tú skalt hava hjálp til at fáa steðgað. Tað er ikki tær tað er galið við, og tað er umráðandi at tú altíð minnist til tað!! Tað eru tey sum happa sum gera nakað skeivt.
Eg haldi tú burdi tosað ordiliga við onkran vaksnan, sum tú kennir, og sum lurtar eftir tær. Tað kunnu vera foreldrini, lærarin ella onkur annar sum tú stólar uppá. Tí so kann tann vaksni gera okkurt, fyri at hjálpa uppá støðuna.
Happing er ikki nakað vit skulu finna okkum í! Øll hava rætt at hava tað gott í skúlanum og vera glað.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin