Desperatur drongur

Hey góði “desperati drongur” Tað, sum tú upplivir, kallast øvundsjúka, og tað er heilt vanligt, at vit eru øvundsjúk, um onkur hevur nakað, vit ynskja okkum. Tú sigur, at tú hevur hug á eini gentu í tínum flokki, men tú sigur ikki nakað um, at hon veit av tí, ella at tit fjasast. Kenslurnar, tú […]

:s

Góða :s Takk fyri títt bræv. Tú hevur ein besta vin sum býr í Danmark, sum tú ert forelskað í. Tað er deiligt at hava ein besta vin, men tað er kanska ikki so lætt, tá ið besti vinurin býr so langt burtur. Men, sum tú skrivar, so er hann í Føroyum í løtuni, og […]

Love

Góða genta 16 Av tí, at eg ikki kenni orsøkina til, at mammu tín ikki dámar sjeikin hjá tær, so er ringt at siga ítøkiliga hvat tú kanst gera í tíni støðu. Hetta kemst av, at hvat tú kanst gera, er tengt at hvør orsøkin er til at mamma tín ikki dámar sjeikin hjá tær. […]

eg eri soo forelskað í xxxxx

Góða forelskaða genta! Takk fyri títt fitta bræv. Forelskilsi eru altíð bæði ring og góð. Man er bæði glaður og keddur, uppi og niðri. Tað tú kanst gera, er at vera tú sjálv, og so royna at finna mátar at vera saman við honum, til dømis at gera okkurt saman í fríkorterum ella aftaná skúlatíð, […]

Drongurin

Hey ‘drongurin’ Tú spyrt, hvussu tú kanst finna út av, um gentan, sum tær dámar, eisini dámar teg. Tú skrivar, at tú ert ”shy”, tá tað kemur til penar gentur, og tað skilji eg sum, at tú ikki torir at spyrja hana direkta, men hevur brúk fyri onkrum øðrum góðum ráðum. Tey fari eg at […]

Despirat forelskað

Hey hey tú, ið ert desperat eftir at blíva forelskað! Tað er heilt vanligt, at vit gjarna vilja hava ein annan  at deila lívið við. Tá vit hugsa nógv um okkurt ávíst, so sum at  man ikki hevur ein sjeik ella damu, so er tað typiskt, at man sær pør allastaðni. Tað er tó heilt […]