Hey ‘drongurin’
Tú spyrt, hvussu tú kanst finna út av, um gentan, sum tær dámar, eisini dámar teg. Tú skrivar, at tú ert ”shy”, tá tað kemur til penar gentur, og tað skilji eg sum, at tú ikki torir at spyrja hana direkta, men hevur brúk fyri onkrum øðrum góðum ráðum. Tey fari eg at royna at geva tær. Men fyrst havi eg hug at siga eitt sindur um tað, tú sigur, at tú ikki skilir – at tvær aðrar gentur dáma teg, hóast tú ikki heldur at tú ert serliga penur.
Nógv siga at tannárini bæði eru tey feitastu og samstundis tey ringastu árini í lívinum. Og onki løgið í tí. Tannárini eru tíðin, har nógv hendir við tær. Tú verður vaksin og búnast, og bæði kroppurin, tankarnir og kenslurnar broytast. Broytingar kunnu vera spennandi og stuttligar, men summi halda eisini, at tað kann kennast ótrygt. Kynsbúgvingin er byrjað, og tað merkir, at tú fært størri áhuga fyri gentum. Tí fert tú eisini at hugsa meira um, hvat tú letur teg í, hvat tú sigur, hvør tú ert, og hvussu tú sært út. Og tað er sera vanligt, at ung í tínum aldri hugsa, at tey ikki eru nóg pen. Men vit eru øll ymisk, vit kunnu ikki øll líkjast Justin Timberlake. Og við árunum fert tú eisini at finna út av, at tað faktiskt ikki er so umráðandi. Hetta merkir tó ikki, at tað ikki er umráðandi fyri teg her og nú. Tí tað er sum sagt ógvuliga vanligt at hava tað so. Hinvegin er týdningarmikið, at tú roynir at fokusera upp á tað, sum tær dámar við tær sjálvum og tað sum tú dugir væl!
Og so til tey góðu ráðini. Tað sum flestu gentum dáma best, eru dreingir, sum eru sum teir eru, og ikki royna at vera nakað annað ella gera seg upp. Nógvar gentur siga eisini, at teimum dáma dreingir, sum eru áhugaðir í hvørjar tær eru, hvat tær gera og hvat tær hugsa. Hugsa um hetta, tá tú næstu ferð skalt tosa við eina gentu, sum tær dámar! Nú veit eg ikki, um tú longu hevur funnið út av, um henni dámar teg? Men kundi tú sent henni eitt stuttligt ella fitt sms-boð fyri at koma í samband við hana? Kanska kundi tú eisini fingið vinkonuna hjá tær at hjálpt tær?. Hon kundi til dømis skipað fyri, at tit øll sóu ein film saman – antin heima ella í biografinum, og at tú á tann hátt fekk møguleika at tosa við gentuna tær dámar. Ein annar møguleiki er eisini, at tú bara fert yvir til hana og spyr beinleiðis, ella at tú sigur, at tú ert forvirraður og ikki veitst, um hon hyggur eftir tær ella honum við síðuna av. Veit at tú sigur, at tú ert shy og hetta krevur dirvi, men tað hevði nú eisini verið cool og so var tað yvirstaðið! Og gentum dáma væl erligar dreingir.
Góða eydnu! Vóni at svarið hevur hjálpt tær eitt sindur. Skriva endliga aftur, um tú hevur fleiri spurningar ella tankar. Tú kanst eisini fara inn undir ”tannáringar” á barnabati.kinsta.cloud og lesa.
Tú & Eg Ráðgevingin