Mist meiningina við Livunum
Góða Genta Stóra takk fyri títt bræv. Vit skilja væl at tú ert í einari tungari støðu nú tíni foreldur eru skild. Tú skrivar at tú ikki orkar mammu tína, tí hon er gronut allan dagin. Tað er ikki lætt tá foreldrini ikki hava tað gott, men samstundis er tað eisini umráðandi, at tíni foreldur […]
Mamma
Góði tú Tað ljóðar keðiligt hjá tær, at mamma tín ikki lurtar tá tú tosar. Tað er altíð keðiligt at vera avbrotin tá man roynir at fortelja okkurt, men eg kann ímynda mær at tað sikkurt er eyka keðiligt, tá tað er mamman sum ger tað. Henni hevur man jú ofta nógv at fortelja. Sum […]
Mamma kom inn
Hey Eg kann ímynda mær, at tú upplivdi at hatta var ein nokkso óheppin støða at koma í, tá mamma tín kom inn, men tú hevur einki at vera bangin fyri. Eg vænti at mamma tín kanska eisini helt at tað var eitt sindur óheppið, men at hon alíkavæl hevur tikið tað við einum smíli. […]
Foreldur
Hey Tá man er tannáringur sum tú, kann tað til tíðir virka sum at foreldrini siga nei til alt, sum man sjálvur hevur hug til. Tað kann eisini vera keðiligt at fáa nei til okkurt sum man veruliga ynskir sær, td. sum til at sova saman við sínum vinkonum, sum tú fortelur at tú hevur […]
Foreldur
Hey genta 12 Takk fyri títt bræv. Flest øll foreldur skeldast inn í millum. Onkur duga væl at goyma tað til børnini eru úti, ella tey eru sikkur í at eingin hoyrir. Onnur leggja ikki í um onnur hoyra. Felags er, at flest øll foreldur skeldast, meir ella minni. Eg skilji væl tín ótta um, […]
Harðskap
Góðu tit báðar. Sera gott at tit djarvar at boða frá hesum, og vilja hjálpa tykkara vinkonu. Tað sum tit greiða frá er undir ongum umstøðum Okey. Eg vil mæla tykkum til at tosa við flokslæraran um hetta. Tit kunnu eisini vitja skúlasjúkrasystrina, og greiða frá um tað tit hava uppliva, so kunnu tit og […]
What to do??
Hey og takk fyri brævið! Um ein ikki hevur eina ætlan, tá skúlin er liðugur, kann vera ringt at finna útav, hvat ein so skal gera. Summi hava nærum altíð vitað, hvat tey vildu gera, tá tey blivu vaksin, t.d hárfríðkanari ella løgreglufólk. Onnur hava ikki avgjørt hvat tey skulu gera, ella eru ikki vís […]
Wanna be free
Góða tú Fyrst vil eg biðja teg orsaka, at tú hevur bíðað so leingi eftir at fáa svar. Vit royna altíð at svara øllum brøvum innan rímiliga tíð, men tíverri ber hetta ikki altíð til. Eg skilji væl at tú fegin vilt sleppa at royna tað ”villa” lívið og at tú heldur, at tíni foreldur eru strævin […]
Babba er alkoholikari
Góða “Babba er alkoholikkari” Tað er ordiliga gott, at tú skrivar inn til okkara og greiðir okkum frá tínum trupulleikum. Eg skilji væl, at tú ert kedd um at pápi tín er alkoholikari, og at tú ert bangin fyri pápa tínum. Tað er skaðiligt fyri børn at búgva saman við foreldrum, sum drekka ov nógv, […]
?
Hey ‘?’ Tað at tú ert irriterað inná damuna hjá pápa tínum, er ikki ónormalt. Tey sum hava fráskild foreldur, hava tað ofta trupult, tá foreldrini fáa nýggjar partnarar. Tað henda jú nógvar broytingar, man skal venja seg við at foreldrini hjá einum ikki eru saman longur, og so skal man kanska eisini venja seg […]