Eg eri ónøgd við lívið

Kæra genta    Tað ljóðar sum tú ikki hevur tað so gott beint nú. Tú sigur at tú bara er til, tú livur ikki ordiliga. Hetta eri eg kedd at hoyra. Tó ert tú ikki uppgevandi og tú veit at tú mást hava hjálp. Hetta er deiligt at lesa og eg síggji eina sterka, djarva […]

Onkran at tosa við

Hey góða Onkur hevur onkran sum tey kunnu tosa um alt við, men eg vænti at tað er heldur sjálvsamt, og tað eru nógv sum ikki hava tað. Hóast tú ikki hevr eina vinkonu um tú kanst fortelja alt, so skalt tú ikki bera uppá nakað sum tyngir teg so, so tað er sera umráðandi […]

AAAAAHHHHHHHHHH

Góða AAHHHH Takk fyri brævið. Fyrst vil eg svara uppá tá tú biður okkum vinarliga taka telefonina týsdag. Tað ber tíverri ikki til, tí vit hava ikki opið týsdag. Vit hava opið mánadag og hósdag frá kl. 14-22. Men hendan ráðgevingin er so nýggj, kanska fara vit onkuntíð seinni at hava oftari opið. Tú fortelur […]

XXX (Navn broytt)

Góða XXX Takk fyri brævið. Tú ert røsk, at tú skrivar til okkum um tín trupulleika í skúlanum. Tað er ikki stuttligt hjá tær altíð at sita einsamøll í skúlanum. Tað verður man sjálvandi keddur um. Hevur tú tosað við ein lærara um hetta, so tit saman kunnu finna eina loysn? Um tað ikki nyttar […]

Føst i lívinum

Góða genta, Um tað er okkurt, ið tú hevur gjørt ímoti einum øðrum persóni kanst tú geva viðkomandi eina umbering, men tað er ógvuliga torført hjá mær at hjálpa tær við hesum spurningi, tí eg ikki veit, hvat tað er, ið tú hevur gjørt. Umráðandi er tó at tú veist, at vit øll gera feilir og […]

Hví føli eg meg einsamalla og kedda?

Góða genta, Eg hugsi ikki, at tað er undarligt, at tú ynskir at siga onkrum frá, um tú hevur møtt einum drongi í býnum. Hetta kann vera spennandi og nýtt, og tí eisini stuttligt at fortelja frá. Ei heldur er tað undarligt, at tær dámdi tí ‘uppmerksomheitina’ tú fekk, tá abbi tín doyði. ‘Uppmerksomheitin’, ið […]

Einsemi

Góði tú Takk fyri títt bræv. Eg eri so glað fyri at tú skrivar til okkum og biður um hjálp, tað er eitt flott stig at taka. Tað fortelur mær at tú er sterkur og eg haldi at vit kunnu finna útav hesum saman. Um tú ringir til okkara á 116 111 so kunnu vit […]