Aleinaður og gloymdur

Spurningur: Eg føli meg aleinaður og tá eg eri til okkurt tiltak føli eg meg gloymdan. eg veit ikki um tað er tí at eg eri super smæðin og eri ein lítil introvertur drongur sum ger hetta, men eg føli, sum eg ikki havi nakrir vinir, sjálvt um eg havi, men tey hava sjáldan tíð at vera saman. tey tosa eisini fyri tað mesta at ganga runt i býnum og hvat hendi har og annað og eg tími so illa út í byinum og drekka. so eg veit ikki hvat eg skal gera

Góði tú

Takk fyri brævið.

Tað virkar sum tú skilur hvat tað er at vera smæðin og introvertur. Tað er tað einki gali við, vit eru bara øll ymisk 🙂 Tað sum vit hugsa tá vit lesa brævið hjá tær er at tú sigur at tú ikki tímur at gera tað sama sum tíni vinfólk, og hetta ger at tit ikki hava somu upplivingar og tað sama at tosa um. Vit broytast og mennast alt lívið. Tað er sera ymiskt hvussu vit varðveita og fáa nýggj vinabond. Nøkur, sum gjørdust vinir í fólkaskúlanum hava samband alt lívið, nøkur við teimum tey gingu á Miðnám saman við, og nøkur fáa nýggi vinabond á universitetinum, og varðveita hesi alt lívið. Vit velja flest øll ymiskar lívsleiðir, og hesar hava eisini sína ávirkan á vinabond.

Vit hugsa at tú kanska skal royna at hugsa meira um hvat tú sjálvur tímur at gera. Man kann gott hava vinir sum man er uppvaksin saman við, sum eru góðir vinir, og samstundis ikki at deila øll áhugamál. Tað kann vera ringt at vinna sær nýggjar vinir tá ið man er smæðin, men tað ber væl til. Nú veit eg ikki, hvat tær dámar at gera ella hvat tú heldur er stuttligt at fáa dagin at ganga við. Men, eitt hugskot kundi veri at fara at ganga til okkurt frítíðarítriv, soleiðs at tú gevur tær sjálvum møguleika at møta menniskjum sum tíma at gera tað sama sum tú? Nú veit eg ikki hvar tú býrt, men t.d. kvøldskúlin í nógvum bygdum og býum bjóða nógv kreativt og stuttligt. Tá ein íðkar okkurt, kemur ein saman við nógvum fólki við somu áhugamálum sum ein sjálvur. Tú kundi roynt at hugsa um, hvat tú kundi hugsa tær og kanna, hvørji tilboð eru.

Vit hugsa eisini at nevna at tað er ok ikki at tíma at vera saman við fólkið allatíð. Mann kann gott vera einsamallur uttan at kenna seg einsaman. Kanska kundi tað veri eitt hugskot at brúkt eitt sindur av tíð, har tú bara ger tað sum tú tímir at gera, kanska inniber tað at royna okkurt nýtt?

Hjálpti hetta svari tær?
Tú altíð vælkomin at skriva ella ringja aftur til okkum.

Bestu eydnu 🙂

Tú & Eg Ráðgevingin