Yvirvekt og rúsevni

Spurningur: Hey! Eg skrivi her vegna sjeikin hjá mær, sum er 18 ár. Eg veit ikki hvar er skal venda meg til annars, og hetta var tað fyrsta, ið rann mær í huga. Vit hava veri saman í umleið eitt hálvt ár, og vit búgva bæði heima hjá foreldrum okkara í hvør sínari bygd í Suðuroynni. Hann var yvirvektigur tá hann var yngri, men tapti seg so næstan 50 kg og kom niður á normalvekt. Hann hevði eitt arbeiði, ið honum dámdi sera væl síðsta summar, men av tí at arbeiðið bleiv liðugt, og hann ikki slapp norðureftir við teimum, hevur hann gingið arbeidisleysur síðan oktobur. Hetta førdi til tunglyndi og hann tók nøkur kg uppá. Hann byrjaði síðan at spýggja illa aftaná hann hevði etið, tí hann bleiv ónøgdur við kroppin hjá sær og vildi ikki blíva tjúkkur aftur. Hann segði við meg áðrenn jól, at nú má hann fara til læknan við tí, tí hann helt at hann hevði bulimi. Eg havi síðani spurt hann um hann ikki ætlar til læknan, men nú tímir hann ikki allíkavæl. Síðsta summar fortaldi hann mær, at hann er sálarliga sjúkur (bi-polar) og at hann fekk medisin fyri tað. Hann drakk eisini illa fyrr (fleiri dagar í vikuni), men síðani vit funnu saman, drekkur hann ikki mitt í viku, og vit eru heldur ikki í býnum ofta. Stutt síðani fann eg útav, at hann hevur logið um medisini, og at kommunulæknin hevði bara sagt, at hann skuldi taka vitaminir fyri at fáa tað betri ???. Hann fær ringar niðurtúrar, ið vara í fleiri vikur, har hann fær sjálvmordstankar. Eg vil hava, at hann fer til læknan aftur og fær eina ordiliga diagnosu og ordiliga hjálp fyri sínar trupulleikar. Hvussu kann eg fáa hann til at ganga við til tað? Hann hevur ringt sjálvvirði og heldur at hansara trupulleikar ikki hava so nógv at siga, og at hann ikki er verdur at hjálpa, og tað blívi eg sera kedd av, men eg royni bara at vera sterk fyri hansara skyld. Eri bangin fyri at eg í síðsta enda verði noydd brúka “tough love” og siga at nú SKAL hann fáa hjálp.

Góða genta, tú skrivar um sjeikin hjá tær, sum hevur stórar trupulleikar av misbrúki av mati og fyri ein part alkoholi.  Eri samd við tær í , at honum tørvar professionella hjálp nú,  og at hann eigur at fara til sín  lækna. Misbrúk heldur oftast áfram og kann versna , um eingin roynir at steðga tí.  Tað nyttar ikki at tvinga hann,  hann má sjálvur ynskja eina broyting og vera motiveraður at gera nakað við tað.Tú kundi ávirka hann við at tosa um tykkara framtíð saman, at bæði fáa ein útbúgving og so gott arbeiði og eitt heim,  hettar krevur góða heilsu, t.v.s. normala vekt og vanlig  ella ongin alkohol nýtsla.  Rósa honum fyri at hann sær gott út við normala vekt og edrúur, so ert tú stoltur av honum.   Bjóða tær eisini til at fara við honum til læknan , so tú kanst stuðla honum sum best,  t.d. hava skrivað nakrar spurningar niður, sum tit vilja spyrja læknan.

Drongurin hjá tær eigur eisini at kannast medisinsk , 50 kg ov nógv er ógvusligt, og so hansara skiftandi sinnalag.   Ein má útihýsa stofskiftis sjúku og annað.

Annað tit kunnu gera at hjálpa uppá støðuna er at vera meira aktiv,  hann gongur arbeiðsleysur, bíðar kanska eftir tær, sum helst gongur i skúla.   Hann eigur at íðka onkran ítrótt dagliga,  tað kann eisini vera at renna ella ganga ein langan túr saman.  Gott er um hann hevur onkra hobby ella áhugamál at arbeiða við , so verður ein meira nøgdur og i betri lag. Og sjálvandi mugu tit bæði hjálpa til heima, so verða øll glaðari.

At enda,  ein broyting í lívinum kann eingin geva einum, tað má ein sjálvur stríðast fyri, men hini sum t.d. læknin og tú kunnu hjálpa,   so góða eydnu!

Heilsan

Tú & Eg Ráðgevingin