Vigi ov nógv..

Spurningur: Hey, eg eri 18 ára gomul, eg eri 1,63cm og eg vigi heili 76kg! fyrr vigaði eg ikki meira enn 50kg, men bara knappliga bleiv eg feitari og feitari.. Eg veit ikki hví.. Eg gangi hvønn dag uml. 10-15,000 fet. Eg taki bara uppá alla tíð. Hvat kann eg gera? Eg tími ikki fáast við at gera sunnan nátturða sum tekur leingi.. Mær dámar betur at eta svorið sum er lætt at gera, sum breyð, tí eg klári ikki eta tann matin sum eg geri. Hvat kann eg gera sum eg tapi meg? Eg vil tapa mest um búkin, rumpuna og lørini. Eg havi sjeik og hann vigar eini 55kg og er 2 ár eldri. hann sigur altíð  við meg at eg eri tjúkk, og tað gera tey sum eru rundan um meg altíð. Eg verið happa av hesum og verið kalla mangt. Fólk kalla meg fyri ein bolla og nakrir dreingir ropa “feita hora!” eg eri ikki tann allar sterkasta til at forsvara, tí eg eri faktiskt blivin happa alt mitt liv og i 5 flokki royndi eg at gera sjálvmorð. Men tað gekk ikki. Eg vil tapa meg og eg vil tapa meg i ein fart. Vil helst tapa 15-20 kg uppá ein mánað ella áðrenn tað. Eg royki, so tað er eingin kjansur at eg fari út at renna. Eg kann gera øvilsi, men veit onga app, sum kann dowloada sovorðna app? Eg veri svøk av hesum. Eg eri byrja at hugsa um at gevast við at eta, so eg tapi meg 1000 ferðir skjótari, men tað oyðileggur so nógv i kroppinum. plz hjálp!!

Góða genta 18 ár, tað er tíverri ongin lættur máti at klænka uppá,  tú ert fitnað, tí tú hevur etið meira matkaloriur enn tú brúkar. Fleiri mátar til spakuliga at lætna eru tó, men fyrst vil eg biðja teg fara til tín lækna at útihýsa, at tær feilar nakað, sum fær teg at fitna. Um alt er ok , kanst tú skriva tær upp akkurát alt tú etur og drekkur og so minka alt við einari helvt,  so lætnar tú heilt sikkurt spakuliga eisini uttan at fara út at renna. Eg vil tó heldur ráða tær til tann sunna mátan, t.v.siga eta grønmeti og groft  breyð,  soltið kjøt og fisk,  onki feitt og sukur als og bert drekka vatn, te ella kaffi uttan sukur og mjólk.  Samstundis má tú motionera minst ½ tíma hvønn dag,  t.d. ganga, renna, svimja ella annað.
Sjálvandi leggur tú eisini av at roykja, tá tú ert i holt við alt tað heilsugóða. Gott er at fáa eitt vinfólk við, sum eisini vil lætna,  so kunnu tit kappast og stuðla hvønn annan.
Tað fer at taka eitt ½ til 1 ár at lætna 15 kg. Hesin seinni mátin er tað sum heldur, tí tú broytir tín lívsstíl. Góða eydnu, hettar ber til, um tú vilt tað sjálv.
Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin