Eg skilji væl at tú og tínir floksfelagar eru irriteraði inn á hesa gentuna, men tað er ringt at fortelja tær heilt ítøkiliga hvat tú skal gera. Tú fært jú ikki broytt hana.
Tað kann vera, at hendan gentan ikki rættiliga veit hvussu hon skal vera og uppføra seg. Nú eru tit 13 ár og byrja so smátt at broytast, bæði kropsliga og í sinni, tí tit eru í pubertetinum. Hjá summum er puberteturin rættiliga ringur, tey eru so forvirraði av kenslum og tonkum, at tey næstan ikki “duga at vera til”. Kanska ynskir hendan gentan uppmerksomheit…. men tað kann eisini vera, at hon hevur onkrar trupulleikar at dragast við, sum tit ikki vita um, sum so er orsøkin til at hon ger hasi tingini. So kanska er hennara atferð ein máti at siga, at hon hevur tað ikki heilt gott.
Eitt tað klókasta tú so kanst gera, er at tosa við flokslæraran og fáa hann at skilja hvussu tit hava tað við hasi gentuni. Kanska kann hann so onkursvegna hjálpa gentuni. Annars kanst tú faktiskt ikki gera nógv annað, enn royna at hugsa um okkurt annað, royna ikki at lata hana irritera teg.
Tú ert eisini vælkomin at ringja til okkara um tú vilt tosa meira.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin.