Vit hava tað ikki gott

Spurningur: Hey hey, eg og mín vinkona hava tað ikki gott, tí okkara lítlibeiggjar royta, klóra og sláa okkum við pinnum. Hvis teir gera tað fleiri ferðir, hvat skulu vit so gera? :o Heilsan Jxxxxxx og Kxxxxxxx Svara skjótt……

Hey tit báðar!
Onkuntíð kann tað vera strævið at vera stórasystir at einum lítlabeiggja, ið roytir, klórar og slær við pinnum. Aðrar tíðir er tað óivað í fínasta lagi at vera stórasystir, tí lítlibeiggjar eru eisini fittir viðhvørt.
Tá ið tykkara lítlibeiggjar gera ónáðir, er tað eitt gott hugskot at siga tað við foreldrini. Um foreldrini ikki vilja lurta og møguliga siga, at tit eru eldri enn teir, kunnu tit siga við tey, at tað ikki forðar teimum í at gera fortreð. Sig við foreldrini, at tit vilja hava frið, og sigið tað eisini við beiggjarnar.
Tá tit hava hug kunnu tit eisini royna at spæla við beiggjarnar, ið kanska so fara at gloyma at sláa og annað keðiligt. Tí onkuntíð vilja lítlir beiggjar spæla saman við stórusystrunum, tí tit duga so nógv stuttlig ting sum tit kunnu læra teir, men ofta vita teir ikki, hvussu teir skulu bera seg at, so tað kunnu tit royna at siga teimun.

Góða eydnu!

Tú & Eg Ráðgevingin