Tit svara ov seint

Spurningur: Héej enn einaferð … !
Eg haldi hendan síðan er méga góð, men tit svara alt ov seint, tað er nokkso irriterandi .. 
Vinkonan hjá mær hevur skrivað fyri fleiri vikum síðani, og hevur ikki fingið svar enn .. ! 
Er tað onki tit kunnu gera fyri at svara skjótari ?

Hey Hey!
Nei, tíverri er tað einki vit kunnu gera fyri at svara skjótari í løtuni. Tú & Eg Ráðgevingin hevur verið væl umtókt síðan vit lótu upp, og hevur fingið eina sovorðna rúgvu av brøvum, at vit fáa ikki svarað teimum beinanvegin. Men tað er eitt sindur ymiskt hvussu leingi tað gongur. Summa tíðir gongur tað 1 vika og aðrar tíðir gongur 3 vikur. So um tú vilt hava svar uppá okkurt beinanvegin, so er tað betri at tú ringir til ráðgevingina.

Vinarliga,
Tú & Eg Ráðgevingin