Tími ikki at búgva heima longur..

Spurningur: Ber tað til at man sjálv kann ringja til barnaverndina um man ikki vil búgva heima longur?

Góða tú, ið ikki tímir at búgva heima longur!
Tú kanst gott sjálv ringja til Barnaverndarstovuna, har tú kanst fáa vegleiðing,  ella kanst tú  fara  inn á www.bvs.fo har tú sært, hvørja barnaverndartænastu, ið tú skalt ringja til og teirra telefon-nummar. Tú hevur tínar grundir til ikki at vilja búgva heima longur, sum tú ikki kemur inn á í hesum brævinum. Um tú vilt hava luft fyri tí ella hevur aðrar spurningar ella hevur brúk fyri hjálp, kanst tú altíð venda tær aftur til okkara , antin umvegis telefon ella teldubræv.

Alt tað besta! Tú & Eg Ráðgevingin