Góða ”Tann kedda”
Takk fyri brævið. Tað er ein keðilig støða tú og mamma tín eru í. Tú skrivar, at tú hevur tosað við hana um støðuna – men at hetta slettis ikki hjálpir. Tað er spell.
Hevur tú onkran annan í familjuni, sum tú kondi tosað við? Pápi tín, systkin, eina mostur, ommu, abba? Tað kundi kanska hjálpt um støðuna, um tú tosaði við onkran í familjuni og greiður gjølla frá støðuni. So kundi hesin persónur aftaná tosað við mammu tína, og greitt henni frá, hvussu tú í veruleikanum hevur tað. Viðhvørt hjálpir tað at fáa onkran annan vaksnan at hjálpa sær at tosa við síni foreldur.
Eitt annað tú kundi gjørt er, at skriva mammu tíni eitt bræv. Tú sigur at tit skeldast, hvørjaferð tú roynir at tosa við hana um tykkara trupulleikar. Um tú gevur tær góða tíð til at skriva brævið og síðani leggur tað inn til hana, so fær hon eina fullfíggaða mynd av, hvussu tú hevur tað – og at tú gjarna vil hava broyting í. Tú kundi í einum slíkum brævi eisini nevnt, hvussu tú hevur tað við at hoyra hana tosa um sínar trupulleikar. Eg vænti heldur ikki at hon kann blíva ill inná teg fyri at siga tað, tí innast inni veit hon nokk, at hon heldur burdi tosa við onkran annan vaksnan um sínar trupulleikar, ístaðin fyri at tosa við teg um teir.
Vónandi kanst tú nýta ráðini.
Góða eydnu!
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin