Tann kedda gentan

Spurningur: Eina ferð búði eg í DK. Har hevði eg nógvar vinkonur… men so fluttu vit aftur til føroyar og her havi eg havt trupulleikar við vinunum. Eg havi tað ringt at opna mær fyri nøkrum og tær vinkonurnar eg havi havt vóru ikki akkurát tær.
Hvat kan eg gerða fyri at opna meg???
Eg føli mær merkiligan tí eg eri tann einasta sum hevur haft trupulleikar við vinum í mínum flokki.

Hey góða “kedda genta”
Eg skilji væl, at tú heldur tað vera  trupult at fáa vinir, um tú ert smæðin og kemur nýggj inn í ein flokk.

Tú skrivar ikki, hvussu flokkurin hjá tær er, hvussu nógvar gentur eru, og hvussu nógvir dreingir eru, ella um klikur eru í flokkinum. Men um tú heldur, at tað bara er tí, at tú ert smæðin, so burdi tað ikki verið so trupult at gjørt okkurt fyri at funnið vinir.

Tú kundi til dømis bjóðað gentunum heim til tín til eitt hugnakvøld at hugt eftir filmi ella okkurt sovorðið. Tú kundi biðið mammu tína hjálpt tær at skipa fyri onkrum.

Tað kann eisini vera, at flokslærarin kann hjálpa tær. Royn og tosa við hann og sig, hvussu tú hevur tað.

Tú kundi eisini gingið til okkurt, sum hinar genturnar eisini ganga til, tað kundi verið fótbólt, fimleik, kór, skótar, frítíðararbeiði ella annað. Tí um tú hevur áhuga fyri tí sama sum onkur av hinum gentunum, kann man lætt tosa um tað, og tað kann verða byrjanin til vinarlag :o)

Annars kunnu dreingir eisini vera sera góðir vinir :o)

Tað er heilt sikkurt onki galið við tær, og eg ivist ikki í, at tað fer at eydnast tær at finna vinir :o)

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkum á tlf 116 111

Tú & Eg Ráðgevingin