Spurningur: Hey. Ja, eg havi nøkur problemir vid einum dreingi, vit hava verið saman og brádliga gjørdi hann tad liðugt, tí hann hevði mist følilsir fyri mær. Men eg elski hann enn. Tad er nú 2-3 mánaðar síðan tað bleiv liðugt, men eg havi ikki sleppt honum enn. Eina viku aftaná ta var liðugt kom hann aftur & segði at hann hevði fingið følilsini aftur, og tí blivu vit aftur væl, men tá komu vit ikki saman aftur, tí hann fríggjaði & tílíkt vid einari aðrari í einum diskoteki. Men so kom hann og segði orsaka & at vit kundu vera væl aftur um eg enn vildi, & tad vildi eg sjálvandi tí eg elski hann so nógv. So nú hava vit faktiskt verið væl síðani, men vit eru allatíð óvinir, vit skeldast allatíð osv. Men eg fyrigevi honum altíð aftur, og vit eru umaftur væl, men eg veit ikki hví, men tað hendur ongatíð nakað meira. Nú hevur tað bara gingið soleiðis í 3 heilar mánaðar, & eg orki ikki meira, eg eri enntá byrja at gráta innímillum, tí at eg føli meg sum eitt 0, tí hann virðir meg ikki, hann letur bara sum luft onkuntíð tá hann sær meg. Okkurt sigur mær, at hann er kanska ikki tann rætti hóast alt, men tað er heilt ótrúligt eg elski hann nógv, & eg kann ikki sleppa honum, so eg veit ikki hvat eg skal gera!? Hann er ikki lættur at tosa við, hann skilur einki, eg helt hann var nakað serligt, men hann er opinbart akkurát líka sum allir aðrir dreingir tá tað kemur til kærleika? Ella hvat? Eg veit ikki hví eg ikki gevi upp, men eg klári bara ikki at blíva við longur. Men okkurt sigur mær eisini, at eg veri nógv meira ólukkulig um eg sleppi honum heilt. Hesin drongurin var mín besti vinmaður árðenn vit komu saman, og tað vil siga, at alt vinarskapið er oyðilagt, & hann er bara slett, slett ikki, tann sami longur? Hvat skal eg gera?