Tann ið vil sleppa úr tí…

Spurningur: Heeey ..

Eg havi eitt stórt problem. Eg eri 16 ár, havi tað gott heima, havi bestu vinir sum eru, havi fittasta drong sum er .. meeen .. eg spýggið nevnliga ILLA !!! Klári ikki hava mat í mær. Tað byrjaði tá eg var lítil. Eg hugsaði nógv um hvussu eg sá út og hvussu eg var.. Eg hataði meg.. ( Havi ikki sagt nøkrum hetta fyrr ) Eg stóð ofta framman fyri speglinum í fleiri tímar og pyntaði meg sum tunnar modellir og sangarindir. Eg elskaði eina sangarindu sum var passaliga kløn. Eg bestemmaði meg fyri sum 12 ára gomul at eg mátti fara uppá A ! Eg tapti meg og alt . Men uppá tann normala mátan. Át ikki bomm, ís og køkur . Eg var bara 12 ár. hugsaði bara um vekt og útsjónd. tá eg var 14 ár, vigaði eg nógv. ( Helt eg ) Fór so uppá A og hevði tað super. Men eg tapti meg onki serligt. Eg vildi tapa meg í ein fart. BEINT NÚ, men eg vildi eta nógv eisini.. Eg læs eitt blað um eina konu ið hevði anoreksi.. Eg helt tað var KUL , men eg mátti eta, tí annars fann mín familja út av tí. Tað vildi eg IKKI… so eg byrjaði at spýggja. Fyrstuni var tað avslappandi hjá mær. men so útviklaði tað seg til at eg var so móð og deprimera altíð, at eg visti ikki hvat eg skuldi. Eg byrjaði at snitta meg tá. Fekk ógvuliga ilt, men hugsaði at pínan var tað verd. eg tapti meg nógv, men so fortaldi eg familjuni tað, so mátti eg jú gevast við tí. Eg hevði tað mega ringt. Vildi ikki tosa við vinirnir um tað, var aldrin úti og tími onki, fyri at siga tað beint út. Men so slapp eg úr tí og ja, helt eg hevði tað okaj, men nei.. eg føldi meg ov feitan. Eg byrjaði aftur at spýgja, men gjørdi tað í 2 mðr, so gavst eg við neyð og deyð uttan at nakra visti um tað.Nú hevði eg tað so gott at eg var sloppin úr tí og eg vigaði 58 kg og var orduliga glað og alt.. men eg helt at eg var blivin mega feit, tá eg vigaði 58 kg .. men tað var eg faktist ikki. Sá út sum ein normal ung og sunn genta .. men so fekk eg at vita at nú vóru øll so glað at eg hevði fingið sindur av dellum aftur.. Eg visti ikki hvat eg skuldi gera. Eg helt øll hildu meg vera yvir feitan. Eg var 164 cm og vigaði 58.. Byrjaði so at hugsa um hvat eg skuldi gera fyri at sleppa av við hasar ‘dellurnar’ sum eg hevði fingið á aftur. Fyrst byrjaði eg at renna eitt sinur og gera búkøvilsir .. men neeei, tað var ikki nokk. eg hugsaði so at eg kundi spýggja aftana onkra máltíð, tí eg vildi ikki deta út í tað aftur. Tað byrjaði eg so uppá. Eg var glað tí eg byrjaði at tapa meg.. aftana stutta tíð vigaði eg 55 kg . eg var ovurfegin.. eg gjørdi ca. 300 búkøvilsir um dagin og armboyggingar og ryggøvilsir. Tað gav resultat. Eg jublaði hvørjaferð eg stóð framman fyri speglinum, men sjálvt um eg sá at eg hevði tapt meg og sá gott út, so helt eg alíkavæl at eg var ov feit.. eg bleiv við at tapa meg. Vigaði nú 53 kg og var 167 cm long. familjan segði ofta við meg at eg mátti ikki tapa meg meir og eg mátti eta orduligan mat og eta saman við teimun. Eg gjørdi tað, men fór so út til onkran eg kendi aftana og har fekk eg alt upp aftur. nú vigið eg 51 kg og eri 169 cm. Eg havi tað snøgt sagt a helviti til við at eg spýggið enn. Men eg spýggið ikki so illa nú, eg havi droppa morgunmat og døgurða. Etið bara lítið tá eg komi heim, so fari eg út og eti sum oftast ikki aftur um dagin. Men i vikuskiftinum má eg eta, tí tá hevði familjan eyguni eftir mær. EG HATI TAÐ ! men eg veit at tað er best. eg havi sjeik og hann er so góður við meg og vit tosa um mítt problem og hann hjálpir mær við øllum. Men hann er so keddur um at eg spýggið, og tað havi eg tað ringt við. Eg vil ikki siga tað við familjuna at eg spýggið aftur, tí tey blíva so kedd. havi prøva tað fyrr. tað var so hart. men eg veit ikki hvat eg skal gera. Eg spýggið ov illa. Hvussu kann eg koma úr hesum ? Hjálp mær.

Góða ”Tann, ið vil sleppa úr tí…”
Takk fyri brævið. Tú dugir ótrúliga væl at greiða frá tíni støðu. Hetta er ein styrki, sum tú skalt vera glað fyri, og fer at hjálpa tær á tínari leið úr tínum trupulleikum. Sum eg skilji títt bræv, so hevur tú ikki fingið hjálp í mun til títt etingarólag áður. Tú hevur havt tíðarskeið, har maturin, fokuseringin uppá vekt og kropp og neiliga sjálvsmyndin hevur verið dominerandi, og onnur tíðarskeið har tú hevur havt nøkunlunda skil á hesum.

Eg rokni við, at besti mátin hjá tær at fáa tað betur er, at fáa eina tíð hjá læknanum. Greið honumhenni frá tínari støðu – tú kundi t.d. tikið brævið hjá tær við og víst læknanum tað. Hevur ein trupulleikar við at eta – soleiðis sum tú greiðir frá – so kann hjálp frá einum lækna ella sálarfrøðingi verða ein ótrúliga góður stuðul. So fært tú ein vaksnan, sum kann fylgja tær á leið, soleiðis at tú ikki skalt berjast einsamøll.

Set teg í samband við læknan og fokusera uppá tey positivu tingini, tú hevur í lívinum (og sum tú sjálv nevnir í brævinum): Eitt gott heim, verðins bestu vinir og ein deiligan drong. Hesi tingini skulu – saman vid hjálpini frá læknanum – hjálpa tær úr tínum trupulleikum.

Vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin