Tann gloymda gentan

Spurningur: Eg føli sum um eg verði gloymd heima, og tað bara handlar um ein “beiggja”. Eg føli meg so einsamalla og siti bara heima tí eg ikki føli meg gott nokk. Tí ein drongur í mínum skúla happar meg eitt sindur hvørja ferð hann kemur forbí og sigur at eg eri for tjúkk, eti for nógv og alt sovorið.

Hey góða “gloymda genta”
Tað er gott, at tú skrivar til okkum, tí um tú ert kedd og følir, at tú ert forsømd, er gott at siga tað við onkran. Og hetta er eitt gott stað at byrja :o)

Í brævinum sigur tú, at alt bara er snýr seg um beiggja tín. Tú sigur ikki, um tit bara eru tvey systkin ella fleiri, ella um tú ert yngri ella eldri enn beiggi tín. Men tað er nokkso vanligt, at eldri systkin kenna tað sum at foreldrini bara hugsa um yngri systkin, tí tey møguliga hava størri tørv á hjálp enn tey eldru. Um nógv ár eru millum systkin, er tað eldra vant við, at foreldrini geva tí nógvan ans, og tá lítlibeiggi (ella lítlasystur) kemur, tekur tað yngra barnið ofta ein stóran part av tí tíðini, tað eldra barnið vanliga hevur. Ikki øll foreldur hugsa um, at børn hava tørv á at sleppa at vera saman við foreldrunum uttan hini systkini viðhvørt.

Nú veit eg ikki, um tað er soleiðis heima hjá tykkum? Men tú burdi roynt at tosa við mammu ella pápa tín um, hvussu tú hevur tað. Tað er ikki vist, at tey vita, at tú hevur tað soleiðis. Tí ert tú noydd at siga teimum tað, so at tað kann verða betri :o) Tú kanst til dømis koma við uppskoti um, at tú fært eitt sindur av tíð einsamøll saman við foreldrunum.

Tú nevnir, at tú ikki følir teg væl, tí ein drongur sigur ljót ting við teg. Tað er ótrúliga ljótt av honum, tí ongin hevur rætt til at gera ella siga ting, sum gera at man verður keddur ella følir seg illa.
Tú mást minnast til, at tað er einki galið við tær, tað er tað sum drongurin ger, sum er galið. Tí skalt tú siga tað við onkran á skúlanum. Sig tað við flokslæraran hjá tær ella flokslæraran hjá dreinginum. Tú kanst eisini siga tað við onkran annan lærara, sum tú hevur álit á, ella við foreldrini hjá tær, tí happing má steðgast!!

Vónandi fært tú eitt gott prát við tíni foreldur, so at tú fært tað betri heima :o)

Tú ert altíð vælkomin at skriva aftur ella ringja til okkum á 116 111

Kærar heilsur,