Tann gentan, sum ikki veit, hvat hon hevur gjørt!

Spurningur: Heey barnabati.fo. Eg var skít full eitt kvøldið og eg veit ikki, hvat eg gjørdi! Dagin eftir fann eg eina brúkta hýtu í lummanum hjá mær og eg veit, at hon ikki var har áðrenn! Síðani tað kvøldið havi eg havt ilt í búkinum og nógva pínu aðrastaðni! Hvat skal eg gera?

Hey og takk fyri brævið!
Eg skilji væl, um tú ert kløkk av hasi hendingini. Tað er altíð ringt at hava drukkið og ikki minnast, hvat man hevur sagt og gjørt.
Hugsar tú um tú hevur verið í song við onkrum og eru hesir tankarnir sum tú hevur, orðsøkin til at tú hevur ilt í búkinum og kroppinum annars? Eg hugsi um tú ikki kundi spurt tey, sum tú fylgdist við hetta kvøldið, um tey vita, hvat hendi, tað kundi kanska hjálpt tær? Hítina í lummanum hjá tær kann onkur hava lagt til stuttleika. Men um tú blívur við at hava ilt í búkinum, vil eg ráða tær til at fáa tað kannað. Fortel hetta fyri foreldrunum hjá tær og so finna tit út av hvussu tú best kanst fáa hjálp. Tú kanst tosa við heilsusystrina á skúlanum ella fara til læknan hjá tær. Men minnst annars til at passa væl uppá teg sjálva, tá tú fert í býin. Um tú drekkur alkohol skalt tú minnast til, at tá tú bert ert 15 ár, so skalt tú ikki drekka nógv áðrenn tú gerst rættiliga full, so passa uppá. Tí tað er ikki stuttligt at vakna upp dagin eftir og ikki minnast hvat man gjørdi kvøldið fyri, tað hevur tú nokk funnið út av nú. So lat entin vera við at drekka alkohol, man kann gott hava tað stuttligt uttan, ella drekk tað í smáum mongdum.

Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin