Spurningar

Spurningur: Vit eru 2 gentir, sum ganga í 6. flokki. Vit vilja gjarna vita eitt sindur um sex. Hvat er at onanera? Og nær ger man tað? Nær fáa dreingir spin og hví? Nær er tað vanligt at fara í song við onkrun? Hetta er eitt uppskot: Vit halda, at tit burdu gjørt eina síðu um sex, har sum vit kundu skriva spurningar um sex inn á. Beibei bei:-)

Hey “Spurningar”
Eg fari fyrst at ger viðmerkingar til tykkara uppskot, altso punkt 4. Eg eri heilt samd við tykkum í, at tað átti at verið ein føroysk heimasíða, har ung kundu skriva inn og fingið svar og vegleiðing um sex. Kann vera, at hon kemur, lat okkum vóna tað. Okkara heimasíða er ikki ætlað til beinleiðis “tekniskar” spurningar viðvíkjandi sex. Tá vísa vit til t.d heimasíðuna www.sexlinjen.dk  ella www.netdoktor.dk. Har  kann man leita undir: Alle emner, síðani Børn og teenagere. Har kunnu tit fáa svar uppá spurning 1 og 2. Tit kunnu eisini fáa svar har uppá spurning 3, har tit vilja vita, nær tað er vanligt at fara í song við onkrum. Men hóast tað, so fari eg eisini at siga nakað um tað.

Tað er sera ymiskt, nær ung fólk byrja at fara í song við hvørjum øðrum. Tað hevur sum so einki við aldur at gera. Men sum tit jú vita, tá man verður tannáringur, so byrjar man so smátt at hugsa um tað, og gerast forvitin og vil vita meira um forelskilsi, hitt kynið og sex. Men tað sum hevur mest týdning er, at man sjálvur veruliga hevur hug – velur sjálvur, torir at siga, um man vil ella ikki. Og, sum so ofta hevur verið sagt fyrr, so skal man eftir lógini vera fimtan ár, áðrenn man fer í song við nøkrum. Henda lógin er gjørd fyri at verja tey ungu.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin