Smager ikke af fisk

Spurningur: Eg ætladi at spyrja tykkum um eitt ráð. :) Eg eri ein 16 ára gomul genta, id hevur ein sjeik. Hann er 20, og vit hava veri saman í eitt hálvt ár. Trupulleikin er, at vit ikki sleppa at sova saman, tá hann er hjá okkum. Tað er strævið, tí fyri meg er tad at sova saman ein partur av forholdinum. Hettar ger eisini, at vit sjálvdan eru hjá okkum. Eg havi sjálvandi spurt mammu, um vit ikki kunnu sova saman, men mamma sigur, at hann skal sova í gestakamarinum, tí babba dámar ikki, at vit sova saman. Eg veit ikki hvat eg skal siga til tad, tí pápi mín er ein ótrúliga religiøsur persónur, og tað má hann um. Hann býr heldur ikki heima hjá okkum, tí hann arbeiðir í havn. Tí veit eg ikki hvat eg skal siga við hann. Hvussu eg skal argumentera fyri at sova vid sjeikinum, uttan at tad endar við einum skeldaríi. Havi eisini varhugan av at tað er tí mamma sigur at babba ikki dámar tad, tí so sleppur hon undan.. Hvussu skal eg siga tad vid tey, at eg vil sova í sama rúmi sum hann? Annars er kanska hent hjá tykkum at vita, at eg taki p-pillar, so tad at eg kann blíva við barn er neyvan grundin. Og tad ger ongan mun um man svevur saman, sex hevur man nokk neyvan í svøvni (; Tá tað kemur til sex ger tað ikki mun, um vit sova saman. Og, vit sova saman tá vit eru heima hjá honum, men tað veit mamma ikki av. (Og tað skal hon helst ikki vita fyrr enn hon lovar okkum at sova saman hjá okkum.. :b)

Hey!
Tú ljóðar at vera ein ábyrgdarfull genta, tá tú skrivar, at tú tekur p-pillar og tekur ábyrgd fyri tær sjálvari.Tú tekur eisini ábyrgd, við at royna at fáa eina semju við tíni foreldur, so at tú kanst blíva nøgdari  Tú verður helst noydd at  gera upp við teg sjálva, hvussu tú ynskir at taka hendan trupulleikan upp við foreldrini. So tit fáa tosað opið um, hví tey ikki vilja at tit sova saman. Hvat hendir fyri familjuna, um tey loyva tykkum at sova saman ? Og vilt tú fortelja fyri teimum, at tit sova saman hjá sjeikinum ? Allir hesir spurningar eru við til at fáa tykkum, mammu, pápa tín og teg at seta orð á trupulleikan hjá teimum, hví tey ikki vilja, at tit sova saman, og tú noyðist at velja, um tú vilt siga teimum, at tit sova saman hjá sjeikinum. Tá tú tekur p-bollar, vita tey, at tú helst hevur eitt virkið kynslív. Royn at fyrireika teg til samrøðuna við tey bæði ella bara mammu tína. Finn eina passandi løtu, har bæði tú og tey eru í góðum lag og úthvíld. Tað kemur ikki nógv gott burturúr, um tit eru ill og móð, tá tit tosa um tað. So hugsa teg væl um, nær tú velir løtuna til prátið. Hesin trupulleikin er ikki ókendur í familjum, sum eru religiøsar. Nú tú ert 16 ára gomul, hava foreldrini enn fulla ábyrgd av tær og gera av, hvat gongur fyri seg heima hjá tykkum, men tað er eisini títt heim, og fyri at tit øll skulu trívast so væl sum gjørligt, er neyðugt at tosa saman við virðing fyri hvørjum øðrum, tí tit øll hava rætt av verða hoyrd og vird..
Vóni tú fært brúkt hetta svarið, góða eydnu !

Blíðar heilsur Tú & Eg Ráðgevingin.