Skundi tykkum!

Spurningur: OKay? Eg havi bíða í eina viku… og nu tími eg ikki at bíða meir… eg vil vita hvat eg skal gera við mína støðu sum eg eri í :ii so góði kunna tit ikki skunda tykkum ella okkurt :ii eg eri sooo Óðtolin;ii…3…  

Hey tú, ið ert ótolin!
Eg skilji væl, at tú ert ótolin eftir svari, men tað kann lættliga ganga ein vika, áðrenn man fær svar. Tað velst um, hvussu nógv brøv, ið vit fáa og hvussu nógv ung kjatta, tá vit hava opið. Men vit skunda okkum alt, ið vit megna. Tú skrivar ikki, hvat títt dulnevni er á brævinum, ið tú hevur sent, so vit vita ikki, hvat fyri bræv, ið tú hevur skrivað. Tú kanst kjatta við ein av okkara ráðgevum. Tá fært tú skjóta hjálp.  

Bestu heilsur  
Tú & Eg Ráðgevingin