Skít

Spurningur: Hey eg eri ein genta sum er bengin fyri at missa mínir vinnur tí ein vinka hjá mær var skít og hon var so kedd og øð og eg visti ikki hvat eg skuldi gera tí eg havi onga tí veri saman við fólkum som eri skít. So eg ringi til mammuna og mamman kom efter henni og nú sigur ein onnur genta at hin hatar meg. Ein onnur genta var eisni skít og hon veit heldur ikki hví eg gjórdi tað og nú eri eg bengi fyri at missa mínar bestu vinur ella so. Hvat skal eg gera?

Góða tú.

 

Takk fyri brævið. Tað er væl skilligt, at tú ert kedd og bangin fyri at missa vinkonurnar. Tað er ikki ein góð kensla at ganga við óttanum fyri, at onkur kanska er illur við teg, ella at tú skalt missa onkran, sum hevur stóran týdning fyri teg.

Í hasari støðuni hevði vinkona tín brúk fyri, at tú gjørdi júst tað tú gjørdi, nemliga at ringja til mammuna. Tað vísir, at tú tekur ábyrgd og vísir umsorgan. Tú sást, at hon hevði tað ringt, og tú vart óviss um, hvat tú skuldi gera. Tí valdi tú at ringja eftir hjálp. Tá ið onkur hevur drukkið so nógv, at viðkomandi ikki hevur tað gott, kann tað vera sera trupult at vita, hvat ein skal gera. Serliga tá ið tú ikki hevur roynt tað áður. Men tá er tað altíð rætt at fáa ein vaksnan at hjálpa. Tað er ikki at svíkja eina vinkonu. Tað er at ansa eftir henni. Serliga eisini tí, at tit eru so ung.

Tað er tó væl skilligt, at tú ert bangin fyri, at vinkonurnar halda, at tú hevur gjørt nakað skeivt. Kanska kanst tú royna at tosa við tær um tað kennist okey. Tú kanst til dømis siga okkurt um, at tú ringdi til mammuna, tí tú bleiv bangin um hana og visti ikki, hvat tú skuldi gera. Og at tú gjørdi tað, tí tú ert góð við hana og vildi tryggja tær, at hon hevði tað gott. Um tað er trupult fyri teg at siga hesi tingini við tær sjálv, so kundi spurt onkran vaksnan, sum tú hevur álit á at hjálpa tær/tykkum at tosa saman.

Tú kanst ikki stýra, hvat onnur hugsa ella siga, men tú kanst greiða teimum frá, hví tú gjørdi, sum tú gjørdi. Og minst til, at ein góð vinkona eigur eisini at kunna skilja, at tú royndi at hjálpa henni. Og tú skalt ikki gera nakað, sum kennist skeivt ella ótrygt fyri teg, bara fyri at varðveita vinkonurnar. Tú hevur rætt til at siga frá og fáa hjálp, tá ið tú ert stúrin um onkran.

Vónandi kunnu tosa tykkum til sættis aftur. Og minst til, at tú gjørdi tað, tí tú vart góð við vinkonuna. Tað er nakað at vera errin av.

Tù ert altíð vælkomin at skriva aftur ella at ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl 20 til 24.