Royking og drekking

Spurningur: Hey eg eri 13 ár og drekki og royki mega nógv. eg dugi ikki at stega og vil pá ein máta ikki, men eg veit eg má, tí tað hendi okkur í vikiskiftinum. fyri 2 døgum síðani var vinkan skít í býnum. vinkan hevði druki sera nógv og ein onnur ringdi til mammuna hjá henni og mamman kom eftir henni. tað vildi gentan ikki . mamman kom og koyrdi dótturina í bilin og koyrdi avstað. Dagin eftir kom gentan út og fortaldi mer og eina gentu at mamman var óð og ignoreraði hana allatíðina og tá hon ikki gjørdi tað spillti mamman hana út. gentan er sera kedd og bangin fyri hvat fer at henda. í dag komu vit í Skúla og hon var ikki har. eg og 2 vinkur skuldi tosa við okkara lærara og fortelja hvat var hent, hvar vit høvdu fungi alc frá og alt. vit segði tað og nú bíða vit innti vit finna útav øllum. vit engra tað tí nú vita öll í skúlanum av tí og tað gongur runt. gentan sum var ávirka veit ikki hvar hon skal gera tí nakrir eldri dreingir hava video av henni liggja og gráta. men eg veit ikki sjálv haft eg skal gera tí eg veit hvør hevur video av henni men eg tori ikki at biða teir sletta tað. hvar skal eg gera?

Góða tú.

 

Takk fyri brævið og fyri tína lýsing av støðuni. Tað ljóðar sum tú og tínar vinkonur hava havt eina keðiliga uppliving í vikuskiftinum og tað er væl skiljandi, at tú hevur brúk fyri at tosa um tvístøðuna, tú ert komin í.

 

Tað er gott, at tit ansa eftir hvørjum øðrum og ringja til foreldrini, tá ein vinkona er blivin ov full. Tað er sikkurt ikki lætt, hvørki hjá tí vinkonuni, sum ringdi og heldur ikki hjá henni sum er blivin ov full. Men tað kann hava stóran og avgerandi týdning, at tit ansa eftir hvørjum øðrum, tá tit drekka alkohol. Og tað er væl skilligt, at tú ert stúrin um vinkonu tína, serliga tá hon er bangin og kedd og tit ikki heilt vita hvussu hon hevur tað nú. Men minst til, at tú ikki hevur ábyrgdina av at loysa alt sjálv, tað er ábyrgdi hjá teimum vaksnu at hjálpa tykkum og syrgja fyri, at tit eru trygg.

 

Tit hava gjørt tað heilt rætta við at fortelja lærarnum um hvat hendi. Tað kann vera trupult at fortelja enum vaksnum um nakað tílíkt, serliga um man er bangin fyri hvat kann henda aftaná. Í mun til hasa videoina, sum dreingirnar hava av vinkonu tíni, so er tað ein ógvuliga stór byrða hjá tær at skula bera einsamøll.

 

Tað er væl skiljandi, at tú ikki torir at biðja dreingirnar sum hava tikið videoina upp at sletta hana. Men tað er umráðandi, at tú ikki gongur við hesari vitanini sjálv. Kanska tú kanst tú tosa við læraran, sum tit longu hava tosað við og fortelja honum um videoina og at tú ert bangin? So kann lærarin hjálpa tykkum at finna eina loysn. Tað kann eisini vera onkur annar vaksin, sum tú hevur álit á, td foreldrini hjá tær ella heilsfrøðingurin í skúlanum.

 

Tù skrivar eisini, at tú drekkur og roykir nógv sjálv og at tað er ringt hjá tær at steðga, hóast tú veist, at tú eigur at gera tað. Tað er flott at tú torir at vera erlig um hetta. Og minst til, at tú ert ikki ein ringur persónur, tí tú drekkur og roykir. Men tú ert bara 13 ár og tú skalt ikki standa einsamøll við hesum. Tað hevði verið gott um tú tosaði við ein vaksnan, sum tú ert trygg við um hvussu støðan hjá tær er. Mitt í hesari støðuni við tínari vinkonu, hevur tað eisini týdning lurtar eftir hvussu tú sjálv hevur tað.

 

Tú behøvist ikki at hava øll svarini beinanvegin. Tað, sum hevur týdning er, at tú ikki stendur einsamøll hesari støðuni, tað eru vaksnin, sum skulu og kunnu hjálpa tær og í min til støðuna við vinkonu tíni.

 

Tù ert altíð vælkomin at skriva aftur ella at ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl 18 til 22.