Góða besta tú.
Ja hetta er sanniliga ein avbjóðandi støða hjá tær at koma í , og eg hugsi at hon, tin vinkona, er heldið at hava teg til vinkonu. Deyðin spyr okkum ikki um vit eru klár, hann kemur óansæð. Tù spyr hvussu tú skal vera nú, hesa seinastu tíðina av hennara lívið. Og eg hugsi at tú skal vera tú – hon er jú so góð við teg og tú við hana. Tað skal ikki broytast. Tú kann royna at hugsa hvat tú vil geva henni við sær víðari á ferðini. Og eg hugsi umsorgan og tað góða vinalagi sum tit longu hava . Tosa við hana um tað heilt serliga sum hon er fyri teg og hvønn týdning hon hevur fyri teg . Tosa um hvat tú altíð fer at minnast og at tú fer at sakna hana. Fortel henni at tú elskar hana og at tú aldri fer at gloyma hana- tað sum tit hava saman nú fer aldri vekk, minnini liva i ævir. Fortel henni at tú fer at fortelja tínum børnum um hana…. O s fr.
Tú og tit hava ein møguleika nú og ta er at siga farvæl. Hetta er sjálvandi ikki nakað tú ynskir og tað verdur tú heldur ikki spurd um OG i sorgini liggur møguleikin hjá tær at siga henni hvussu verdífull hon er fyri teg . At tú hevði vilja tað øðrvísi. Grát saman við henni – tað er ok .! Tað er eisini týdningarmikið at onkur vaksin hjálpir i hesi sváru tíð, so eg hugsi eisini at tú má hava onkran at tosa við av og á – hevur tú tað .? Um ikki so kann tú venda tær til okkum her .
Góða besta unga genta. Eg hugsi um eg og vóni at tú klárar teg .Sorg av at missa sin besta vin tekur langa tíð. Sorgin fer tó neyvan burtur, men tú lærir teg at liva við henni, og sorgin blívur til ein kærleika ið tú ikki sleppur av við. Og tú fer at hava tørv a at hava tað gott og eisini stuttligt av og á, so tú minnist til at tú er livandi .Alt tað besta til tin góða og til tina vinkonu. Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin