:(

Spurningur: Hvat eri eg? : Eg veit ikki hvør eg eri longur : Síðani Omma doyði havi eg forvandlast til nakað heilt annað L Eg vil einki meira sum eg vildi. Eg eri keðilig ímóti mínum foreldrum! L Eg havi sagt mega nógv ónd ting við mammu mína! Eg vil verða tann sum eg einaferð var.

Hey kedda genta.
Takk fyri brævið. Tú ljóðar kedd í brævinum.
Tá vit missa eina ommu ella onkran annan, sum vit hava verið góð við, so uppliva vit sorg. Tá man er keddur og syrgir, tá kann man føla, at man er øðrvísi enn vanligt, tað er heilt nattúrligt. Men tú virkar kedd av tingum, sum tú hevur sagt við mammu tína. Eg haldi, at tað hevði verið gott fyri teg, at fortalt mammu tíni, hvussu tú hevur tað. Tað kann vera at hon slett ikki veit hví tú ert so óð fyri tíðina. Tú kundi til dømis víst henni brævið, sum tú skrivaði til okkara. Kanska hevur tú brúk fyri at tosa meira um ommu tína, og um tað, at hon er deyð. Kanska kann mamma tín hjálpa tær við tí. Um tú ikki vilt tosa við mammu tína, so kanska tú kennir onkran annan vaksnan, sum tú kanst fortelja fyri, hvussu tú hevur tað. Tað kann hjálpa ótrúliga væl at tosa við onkran.

Alt tað besta
Tú & Eg Ráðgevingin