Sjeikurin:-(

Spurningur: Hey eg havi problmir við sjeikinum:-( Hann sigur at eg havi eitt kalt hjarta og eg eri hil r bannaðljótL Men er tað nakað sum eg kann gera fyri at hann ikki fer at halda hettar ræguliga sum knúsir mítt hjarta vera annarleiðis altso broytir meining til nakað gott???

Takk fyri brævið. Tað er altíð gott at hava ein sjeik, tá ein hevur tað gott saman við honum, og følir seg virdan av honum. Men tað virkar ikki sum um, at sjeikurin hjá tær virðir teg nakað serligt, tá hann sigur við teg, at tú ert ljót og hevur eitt kalt hjarta. Eg skilji væl, at tú gerst kedd, tá hann sigur slíkt við teg. Og tað er nakað, sum tú ikki skalt finna teg í.

Eg eri bangin fyri, at tað er ikki nakað í tú kanst gera, fyri at broyta uppá sjeikin hjá tær. Og tú skalt ansa eftir, at hann ikki dregur teg ov langt út. Tú ert noydd til at siga frá, so tað ikki fer at ganga útyvir sjálvsálitið hjá tær. Tí tað er júst tað sum kann henda, tá hann niðurgerð teg soleiðis. Tú skalt gera upp við teg sjálvan, um hann er tað verdur, og um tú í veruleikanum vilt hava hann.

Tað ljóðar sum at tú ert ein skilagóð genta, og tí skalt tú ikki finna teg í øllum. Øll hava rætt til at blíva vird, og á brævinum hjá tær ljóðar tað ikki sum um at sjeikinum hjá tær virðir teg sum tann tú ert.

Eitt gott hugskot er at fara til eina góða vinkonu, sum tú kanst tosa við ella onkran annan sum tú hevur álit á, um tú følir at tú manglar onkran at tosa við. Tú ert eisini altíð vælkomin til at skriva aftur, ella at ringja til Tú & Eg Ráðgevingina.

Vinarliga,
Tú & Eg Ráðgevingin