Góða tú
Takk fyri brævið og fyri, at tú deilir tínar tankar við okkum.
Tað ljóðar, sum tú gongur við nógvum tungum tonkum í løtuni. Tað er ikki løgið, at tú ert bangin um vinkonuna, tá hon bæði tosar um at taka sítt egna lív og hevur víst tær, at hon hevur skorið seg. Tað er týdningarmikið, at tú tekur tað, hon sigur, í álvara, eisini sjálvt um tú ivast í, um hon veruliga meinar tað. Men tað er eisini umráðandi, at tú ikki gongur einsamøll við hesum. Eitt gott ráð er tí at siga tínar stúranir við onkran vaksnan, sum tú hevur álit á, t.d. tínum foreldrum, einum lærara, onkrum øðrum vaksnum í familjuni ella heilsufrøðinginum í skúlanum. Sjálvt um tað kanska følist soleiðis, so svíkir tú ikki vinkonuna við at venda tær til ein vaksnan, men tú hjálpur henni. Um tú heldur, at hon er í bráðfeingis vanda, má ein vaksin fáa tað at vita beinanvegin. Tað merkir, at um støðan følist farlig, má hon fáa hjálp beinanvegin.
Tú nevnir eisini, at tú hugsar nógv um, hvussu kroppurin hjá tær sær út og, at tú ofta mást hyggja eftir tær sjálvari í speglinum. Tað ljóðar ordiliga strævið. Tá tankarnir um kroppin fylla so nógv, at tað ávirkar gerandisdagin, er gott at tosa við onkran um tað. Tú ert ikki einsamøll við hesum kenslunum, og øll hava uppiborið at kenna seg væl í sínum kroppi, eisini tú.
Mítt besta ráð er, at tú tosar við ein vaksnan, sum tú hevur álit á, um bæði teg sjálva og um tínar stúranir um vinkonuna. Tú kanst eisini ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin gerandisdagar millum kl. 20 og 24.
Bert út frá tí, tú skrivar inn her, er týðiligt, at tú ert ein góð vinkona. Men tú skalt ikki bera alt hetta einsamøll. Tað ber til at fáa hjálp, og tað kann gerast lættari.
Alt tað besta.