Pliiiiiiiiss!!

Spurningur: Hey! Eg havi eina vinkonu, sum eg haldi er við at fáa anoreksi.. Hon etur onki, og etur aldrin matpakkan.. hon hevur eisini fortalt at hon etur onki heima.. eg veit ikki hvussu eg skal hjálpa henni.. eg kann ikki siga tað við nakran, tí at eg havi lovað tað, og hon er mega sikur í tí.. also, hetta vil hon gera. Pliiis, hvussu kann eg hjálpa henni?

Hey hey!
Etingarólagið anoreksi er sera álvarsligt, og í ringasta føri kann tann sjúki doyggja í hungri. Tað ber soleiðis ikki til at vita um hendan trupulleikan og  einki gera.
Tú hevur lovað einki at siga, og tað er ein alt ov stór ábyrgd at átaka tær.  Eg skilji á tær, at tú hevur tosað við hana um trupulleikan, uttan at hon ynskir at steðga við at svølta seg. Tí verður tú noydd at venda tær til onkran vaksnan, sum kann hjálpa henni. Tú kanst byrja við at tosa við tíni foreldur um tað, so at tú sleppur av við hasa stóru byrðuna, sum er á tínum herðum í løtuni. Tú verður noydd til at hugsa um, at hon so kann fáa hjálp, heldur enn at hugsa um at halda loyndarmálið saman við tíni vinkonu. Um tú heldur, at tað er betri at tosa við onkran annan vaksnan um tað, kanst tú gera tað. Tað er eingin ivi um, at tú ert ein góð vinkona, og at hon verður ill um, at tú ikki heldur lyftið, ið tú hevur givið henni. Hon fer helst seinni at skilja tína støðu, og at tú ert noydd at boða øðrum frá, netupp tí tú ert ein góð vinkona.
Tað hevur sera stóran týdning at gera nakað við orsøkirnar til at vinkona tín ikki hevur tað gott. Anoreksi er ikki beinleiðis ein kropslig sjúka, men eitt tekin um, at hon hevur ein ella fleiri aðrar trupulleikar, sum hon ikki fær sett orð á.   Tú kanst altíð venda tær aftur til okkara, um tú hevur tørv á tí.

Tú & Eg Ráðgevingin