Per

Spurningur: Kann man ikki senda eitt mail og fáa eitt svar aftur til sína egnu mailadressu, ístaðin fyri, at brævið skal liggja á netinum, so øll kunnu síggja? Ikki øll sum tíma at ringja…

Hey ‘Per’,
Orsøkin til at man skrivar spurningarnar á heimasíðuni, og at vit leggja svarini út á heimasíðuna, er fyri at øll kunnu vera dulnevnd – soleiðis at man ikki nýtist at siga hvussu man eitur ella hvønn teldupost bústað man brúkar. Men um tú ynskir at fáa svar á tína teldupost, so kanst tú gott tað. Men tað krevur at tú skrivar tín teldupost bústað á brævið.
Annars fer Tú & Eg Ráðgevingin skjótt at fáa eitt kjatt. So tá tað verður klárt kanst tú eisini brúka tað, um tú helst vil sleppa undan at ringja.

Vinarliga,
Tú & Eg Ráðgevingin