Pengabrúkarin

Spurningur: Hey, míni foreldur hava verið skild í næstan 5 ár og eg havi eina skuldarkenslu at tað eri eg, sum eri atvoldin til tað. Mín spurningur til tykkum er at, er tað mín skyld at tey eru skild, eg veit at eg brúkti nógvar pengar, og viðhvørt skeldaðust tey um meg og mítt brúk av pengum. Góði hjálp mær og kanska eg kann gera okkurt, sum fær tey saman aftur.

Góði pengabrúkari!
Tað er altíð keðiligt at føla, at man hevur skyldina av onkrum, men tað er ikki tín skyld at tvey vaksin fólk velja at skiljast. Tað kann væl vera, at tey hava skeldast og at tey ikki hava verið samd í hvussu nógvan pening tú kundi brúka. Men tað ger tað ikki til tína skyld, at tey ikki eru saman. Tað er ein avgerð tey hava tikið útfrá, hvussu teirra parlag hevur verið. Tað er sjáldan ein løtt avgerð at skiljast, og kanska serliga ringt tá man hevur børn saman. So eg trúgvi, at tá tey eru farin frá hvørjum øðrum, hava tey gjørt tað, tí tey ikki vistu nakran annan møguleika, og ikki tí tú hevur brúkt nakað av peningi.
Tað verður ringt hjá tær at gera nakað fyri at fáa tey saman aftur. Líka so væl sum tey velja at fara hvør til sítt, er tað eisini teirra avgerð, um tey vilja verða saman aftur.
Hevur tú tosað við tey um kenslurnar tú hevur, og hevur tú fingið nakra frágreiðing um hví tey vóru skild? Tú hevur verið umleið 10 ár, tá tey fóru hvør til sítt, og eg rokni við, at har eru nógv ting hend ímillum tey, sum tey hava hildið tú var ov ungur at vita tá. Tað kundi kanska verið gott hjá tær at fingið eina frágreiðing frá teimum um hví tey valdu at skiljast? 5 àr er long tíð at hugsa um at hava skylduna av nøkrum, sum tú ikki hevur skyldina av. Eg vildi mælt teg til at spurt bæði foreldrini um hví tey blivu skild. Fortel teimum at tú hevur hugsað um hetta í so langa tíð, og at tú í 5 ár hevur hildið at tað er tín skyld. Tú ert 15 ár nú, og eigur at fáa eina frágreiðing frá foreldrunum, so at tú ikki gongur og hevur skuldarkenslu yvir at tey fóru frá hvørjum øðrum.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin