Hey!
Tað eru ymiskar kynssjúkur, ið ein ikki kann vita, um ein hevur, uttan at fáa tað kannað hjá lækna. Eitt nú Klamydia og HIV. Klamydia er ein bakteria, ið einki sjúkueyðkenni hevur. Tað farliga við tí bakteriuni er, at um ein genta fær hana, og ikki fær tað viðgjørt, so verður hon ikki før fyri at fáa børn sum vaksin. Um sjeikurin hjá tær hevur verið saman við øðrum gentum, uttan at nýta hít, so eigur hann at fara til læknan at blíva kannaður fyri kynssjúkur. Um tú byrjar uppá p-pillarar eins og tit eru vís í, at hann ongar kynssjúkur hevur, og tit halda tykkum til hvønn annan, so skuldi tað ikki verði neyðugt at brúkt hít eisini. Men tað er av stórum týdningi, at p-pillarar verða tiknir rætt. Um tú gloymur eina tabl. verja teir ikki móti at gerast við barn longur, og tá mugu tit eisini nýta hít.
Ein vinarforhold gerst trupult, tá annar er forelskaður og hin ikki. Tað er umráðandi, at tú ikki gevur honum falskar vónir um, at tað kanska einaferð blíva tit, og tað er møguliga ikki eitt gott hugskot, at tit eru einsamøll saman. Tú kanst eisini taka eitt prát við vinmannin hjá tær og fortelja honum, at tú ert glað fyri tykkara vinarlag, men at tú ikki ert forelskað í honum. Góða eydnu víðari og set teg endiliga í samband við okkum aftur, um tú hevur tørv á tí!
Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin