Hey og takk fyri spurningin!
Ja, tað kann vera eitt sindur forvirrisligt við p-bollum, eisini tí at tað eru so nógv ymisk sløg. Men tú hevur rætt í, at tú tekur tann fyrsta p-bollan, tann fyrsta dagin tú bløðir og so 21 dagar fram. Aftaná 21 dagar og hevur so steðg í 7 dagar. P-bollar rigga frá tí degi, ið tú byrjar at taka teir, og tú kanst eisini fara í song við sjeikinum, meðan tú bløðir. Tað er ikki reinført, og skalt tú hugsa um at vaska tær serliga væl, tá tú hevur mánasjúku. P-bollarnir rigga bert, tá teir verða tiknir regluliga og hvønn dag. À heimasíðuni www.beskyt-dig.dk kanst tú klikkja á “p-piller! Hvordan virker p-piller?”. Har kanst tú lesa ymiskt um p-bollar.
Góða eyðnu og skriva endiliga aftur!
Tú & Eg Ráðgevingin