Onki

Spurningur: Eg eri mega vemmiliga lukkuliga forelskað í mínum eks. Vit eru góðir vinir, og vit mussast og alt hattar enn, men vit koma bara ikki saman aftur. Vit hava verið saman 2 ferðir, men tað hendir ikki aftur. Hann er ikki serliga følsamur, so eg tori ikki at siga tað við hann, men nú ætli eg mær.

Hey!

Tú hevur helst skrivað hetta brævið fyri at fáa luft fyri tínum tankum. Tú hevur ongan spurning til mín, so eg vil bara stuðla tær í at fara at tosa við hann, hóast tað er trupult, serliga tí at tú enn ert forelskað í honum. Um tú heldur, at tað er neyðugt at gera honum greitt, at tú ikki ynskir at royna enn eina ferð, so kanst tú royna at siga tað við hann, tá tit hava góðar umstøður at tosa um tað.

Góða eydnu! Tú & Eg Ráðgevingin