Onani

Spurningur: Eg eri ein drongur sum eri 16 ár. Er tað normalt at onanera fleiri ferðir um dagin?

Ja, hvat er normalt? Summi onanera sjáldan, og onnur fleiri ferðir um dagin – kanska serliga um tað er nýtt fyri tey at onanera.
So leingi tað ikki órógvar heimaarbeiðið, man tað vera í lagi :).
Annars er tað eitt gott hugskot at fara inn á heimasíðuna www.sexualoplysning.dk. Kanska tú finnur okkurt áhugavert at lesa harinni.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin