Míni foreldur eru skild..

Spurningur: Eg føli at ongin skilur meg.. (sjálvt ikki sálarfrødingurin, sum eg havi gingið til) Havi virkuliga brúk fyri onkrum sum skilur meg, og mínar kenslur.:( Hvat skal eg gera…

Góða Genta
Tað er uttan iva ein torfør støða tá foreldur ynskja at flyta frá hvørjum øðrum. Her er umráðandi at vita, at hetta hevur ikki við teg at gera. Tað eru tey vaksnu sum ikki ynskja at liva saman við hvørjum øðrum longri, tí teirra kenslur fyri hvørjum ikki eru tær somu longri.
Tey eru baði tíni foreldur og elska teg akkurát líka nóg hóast umstøðurnar eru broyttar.
Fyri at vit skulu kunna hjálpa tær við tínum kenslum og seta okkum inn í tína støðu, er umráðandi at tú greiðir okkum frá um tær kenslur sum bylgjast innan í tær.
Vit eru til reiðar at lurta, og koma við góðum ráðum.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin