P Stavur

Spurningur: hey aftur ein spurningur um p stavin sum sagt hann er brotin og kann tad vera tí at eg havi havt menstration hvønn dag i skjott 4 vikur eg blivi svøk av hesum !!! menstrationin var vekk i ein dag i hesum 4 vikunum annars hevur hon verið har hvønn dag og tann eina dagin var hon brún D: ? annars takk fyri svarið

Góða genta
P-stavurin virkar sum eitt depot av gestagen hormonum, sum spakuliga verður frígivið og forðar fyri at eggloysn kemur, soleiðis, at tú ikki kann gerast við barn.
Hetta slagi av hormonviðgerð gevur ofta oregluligar bløðingar og onkuntið er als ongin bløðing i fleiri mdr. Hóast hettar er fyribyrgingin eins góð.

So tað er ikki nakað óvanligt, at tú hevur smábløtt i 4 vikur, tað brúna er bert veik bløðing.
Ert tu ótrygg, so far til tín kommunulækna .

Við heilsu Tú & Eg Ráðgevingin